Í døgunum 2. - 6. desembur verður EM á stuttgeil í ísrealska býnum Netanya. Svimjing.com skrivar í kvøld, at tríggir føroyskir svimjarar eru úttiknir til kappingina.
Tey úttiknu eru Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Alvi Hjelm úr Ægir og Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag. Magnus Jákupsson verður eisini við umboðandi danska landsliðið.
Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag kláraði eisini kravtíðina til kappingina og fekk tilboð um at koma við, men svimjing.com skrivar, at hann hevur givið avboð.
Venjarin hjá føroyska hópinum verður portugisiski Rui Filipe Magalhães, sum starvast sum venjari hjá Havnar Svimjifelag.