Arbeiðaraflokkurin við Thorbjørn Jagland á odda og Kristiligi Fólkaflokkurin við Kjell Magne Bondevik á odda gerast vinnarar í Stórtingsvalinum mánadagin. Framsóknarflokkurin og Carl I. Hagen fáa eisini eitt gott val, men flokkurin er fallin frá umleið 25 prosentum í veljarakanningunum í august til umleið 12 prosent í teimum feskastu veljarakanningunum.
Høyre við Jan Petersen á odda hava miseydnast. Flokkurin sær út til at fáa umleið 13 prosent av atkvøðunum. Um so verður er tað tað vánaligasta valið hjá flokkinum nakrantíð. Sjálvur hótti Jan Petersen við at flokkurin als ikki kundi fara í stjórnarsamráðingar um ikki tey fingu minst 20 prosent av atkvøðunum. Hesa hóttanina hevur hann ikki brúkt seinastu fjúrtan dagarnar.
Fyri Miðflokkin, Senterpartiet, við Johan J. Jakobsen og Anne Enger Lahnstein á odda, sær valið út til at gerast ein rein vanlukka. Miðflokkurin er í dag næststørsti flokkur á Stórtinginum við 16,9 prosent av atkvøðunum. Veljarakanningarnar hava givið teimum heilt niður í fimm prosent, men roknast kann við at flokkurin endar einastaðni millum átta og tíggju prosent. Um so verður, er hetta næstbesta valið hjá flokkinum, men eingin kann verða nøgdur við at missa 20 stórtingslimir av einum bólki uppá 32 hesi seinastu fýra árini.
Løgin valdystur
Tá veljararnir verða spurdir um hvønn teir ynskja sum stjórnarleiðara, peika teir flestu á Thorbjørn Jagland ella Kjell Magne Bondevik. Carl I. Hagen, Jan Petersen og Johan J. Jakobsen fáa nærum onga undirtøku.
Hesin valdysturin hevur verið ein sera løgin valdystur. Einans tvey mál hava verið gjøgnumgangandi: Kann Framsóknarflokkurin rokna og hvør skal gerast forsætisráðharri?
Fyrstu vikurnar handlaði alt valstríði um Carl I Hagen og hansara Framsóknarflokk. Arbeiðaraflokkurin valdi, ikki uttan orsøk, at útnevna Framsóknarflokkin sum høvuðsfígginda í valdystinum. Hetta dámdi Carl I. Hagen sum streyk avstað upp eftir listanum og veljarakanningarnar góvu honum metundirtøku. Men Carl I. Hagen byrjaði ov tíðliga og hann møddist. Hesar seinastu tvær vikurnar hevur hann mest av øllum verið í øðini, tí ongin av hinum flokkunum vilja góðtaka tey roknistykkini hann kemur við.
Nú hevur Carl I Hagen mist flogið, og fólk vilja neyvan velja hansara hálvrasistiska flokk, men hann gerst møguliga størsti borgarligi flokkurin. Møguligt er at fólk eru farin at hugsa um at tað neyvan letur seg gera at samanrenna tað besta fra javnaðarrørsluni og tað besta frá teimum borgarligu. Framsóknarflokkurin hevur skotið upp at sjúkrahús og tey gomlu skulu fáa nógv meir pengar enn í dag. Samstundis vil hann avskaffa nærum allan skatt og øll avgjøld. Carl I. Hagen hevur trupul við at fáa fólk til at skilja hvar pengarnir skulu koma frá.
Miðflokkarnir
einasti møguleikin
Undan endaspurtinum var Sentrumsalternativet nevnt sum einasti møguleikin fyri stjórnarskifti í Noregi. Teir tríggir miðflokkarnir Kristiligi Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Vinstra, hava nógv felags, og teir hava bjóða seg fram sum ein stjórnarmøguleiki.
At hetta eru tríggir flokkar og ikki ein, hevur verið skilligt í hesum valdystinum. Serliga er tað tann minsti av teimum trimum, Vinstra, sum hevur havt ilt við at spæla við á liðnum.
Í Noregi verður vanliga sagt at tá tveir limir í Vinstra hittast, so umboða teir minst tríggjar meiningar. Hetta seinasta valskeiðið hevur Lars Sponheim verið einasta umboðið hjá flokkinum á Stórtinginum, og hann hevur ikki altíð verið samdur við sær sjálvum.
? Lars Sponheim sigur eitt við munninum og nakað annað við kroppinum, sigur fyrrverandi stórtingslimurin fyri Framsóknarflokkin, Pål Atle Skjervengen. Hann sipar til at meðan Lars Sponheim sigur at hann stuðlar tí undirskrivaða skjalinum sum sum er grundmúrurin undir Sentrumsalternativet, so royna teir at fjeppast uppií Høyre.
Miðflokkurin sær út til at missa tveir triðingar av sínum Stórtingsbólki. Hvør orsøkin til tað er, er trupult at meta um. Flokkurin gjørdist størst flokkur í stríðnum móti ES-limaskapi, men hevur síðani fólkaatkvøðuna roynt at finna eina nyggja kós, men fólk hava neyvan rættuliga fingið sær hvat flokkurin vil.
Fiskivinnan
ongan áhuga
Eitt av mistøkunum hjá Miðflokkinum er møguliga at tey hava roynt at vísa á ávís økir í samfelagnum sum mugu styrkjast. Hinvegin hava Arbeiðaraflokkurin og Framsóknarflokkurin tosað nógv meir um persónar og pengar.
Arbeiðaraflokkurin er sloppin lætt ígjøgnum valdystin. Tíðindafólk í Noregi eru óvanliga trúgv ímóti Arbeiðaraflokkinum, og tey hava framhevja valdystin hjá hesum flokkinum, meðan hinir flokkarnir ikki hava fingið sama pláss í fjølmiðlunum.
Í hesum valdystinum eru mál sum tronglig kor hjá útróðrarflotanum horvin. Landbúnaður hevur heldur ikki fingið nakað serligt frá politikkarunum. Ungdómurin og útbúgving hevur nærum ikki verið nevnt av teimum stóru flokkunum. Men so er eisini at minnast at hetta eru ikki sterkir veljarabólkar. Teir sterku veljarabólkarnir eru sjúklingar og pensjonistar.
Spurningar um bygdamenning og fiskivinnu hava ikki fingið pláss í fjølmiðlunum. Ein orsøk til hetta kann vera so einfalt sum at Sjónvarpsrásirnar og tey stóru bløðini øll liggja í Oslo, Bergen, Stavanger ella í Tróndheimi. Hesi hava ongantíð víst bygdum og fiskivinnu serligan ans, uttan tá okkurt serligt hendir. Hetta vita teir stóru flokkarnir, og teir vita væl hvussu teir skulu koma sær framat í fjølmiðlunum. Eingin politikkari velur at fara í nærdyst um spurningar har teir hava ringa samvitsku.
Ræðist kvinnur
Thorbjørn Jagland torir t.d. ikki at møta Anne Enger Lahnstein í einum orðaskifti, har bara tey bæði eru til staðar. Lahnstein er ein nógv betri orðasnillingur enn Jagland, og hann veit at tað hon stendur fyri innan bygdamenning er nakað Arbeiðaraflokkurin tosar um, men hevur forsømt.
Í valdystinum eru fleiri sum hava undrast á at Thorbjørn Jagland ongantíð hevur verið í beinleiðis orðaskifti við teir kvinnuligu flokksleiðararnar. Hann hevur fleiri ferðir verið í orðaskifti við Carl I. Hagen og Jan Petersen, men Anne Enger Lahnstein, Valgerd Svartad Haugland í Kristiliga Fólkaflokkinum og Kristin Halvorsen úr Sosialistiska Fólkaflokkinum hevur hann avvíst.
Fyri Thorbjørn Jagland er hetta eitt tekin um veikleika. Hann hevur brúkt hendan valdystin til at stríðast við teir sum hava bjóða seg fram sum evni til at gerast forsætisrádharrar, men norska fólkið velur ikki stjórn. Norska fólkið velur nýtt stórting, og síðani er tað Stórtingið sum atkvøður um nýggja stjórn.