Hanus Sørensen og liðfelagarnir í NK Triglav Kranj spældu í dag dyst á útivølli í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini.
Í útidystinum móti Slovan Ljubljana eydnaðist tað Triglav at vinna 2-1. Í fyrra hálvleiki skoraðu Patrik Katič og Toni Vinogradac tvey mál innanfyri fýra minuttir, og so var Triglav á sigurskós. Heimaliðið megnaði at minka um munin til 2-1, men kom ikki nærri javnleikinum.
Hetta er fimti kappingardystur á rað, at Triglav fær stig í deildini.
Triglav er nummar fimm í deildini við 39 stigum. Teir hava tó 10 stig upp til oddaliðið, Nafta og níggju stig upp til næstfremsta liðið, Grosuplje, so tað sær einki út hjá teimum at sleppa at spæla um uppflyting. Triglav hevur 10 dystir eftir at leika í hesum kappingarárinum.
Komandi fríggjadag klokkan 17 tekur Triglav móti Rudar á heimavølli. Tá er Hanus staddur í San Marino fyri at fyrireika seg til venjingardystin á leikvøllinum í Sarravelle, har Føroyar vónandi leygardagin 28. mars kunnu fáa enn ein sigur til høldar.











