Triglav Kranj vann fimta sigurin á rað

Enn er tó langt upp til fremstu plássini

 

Krško

Tað gongur væl hjá Hanusi Sørensen og liðfeløgunum í NK Triglav Kranj.

 

Í dag vann Triglav Kranj fimta sigurin á rað í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini.

 

Hesaferð gjørdist talan um 1-0 sigur á útivølli móti Gorica. Edvin Lukacevic skoraði sigursmálið í 72. minutti.

 

Triglav Kranj liggur á einum triðja plássi í deildini við 51 stigum. Triglav hevur tó átta stig upp til næstfremsta plássi, har Grosuplje hevur 59 stig, so tað sær ikki so gott við møguleikanum hjá Triglav at vinna sær uppflyting til bestu deildina.

 

Komandi fríggjadag klokkan 17 hevur Triglav Kranj dyst á heimavølli móti Krško.