? Triksið í triksinum er at undirhalda

- Eg má ein allatíðina seta mær spurningin: Er hetta nakað sum fólk fara at flenna eftir? Er hetta nakað sum kann imponera fólk? Og er hetta nakað sum kann fáa fólk at undrast? Hesir tríggir spurningarnir eru teir týdnignarmestu hjá mær, tá eg geri mítt undirhald. Megni eg hetta, so fer showið eisini at eydnast, sigur Ásbjørn Berthelsen

Í øðrum londum er so, at mangir av teimum kendu gyklarunum hava hetta sum fulltíðar starv.
Men Ásbjørn hevur sjálvur nógv onnur jørn í eldinum: Hann hevur fast starv sum lærari við Stranda skúla, hann er virkin í missiónshúsinum á Strondum, er kórleiðari í gospelkórinum "Vox", umframt tað at hann er familjumaður á Strondum.
- Mál mítt er at hava einar 40 framførslur um árið, men tað veldst sjálvandi alt um, hvussu ofta ein verður biðin, sigur hann.
Í fjør hevði Ásbjørn um 30 framførslur, sum líkasum fullu í tveimum árstíðum - ella hásesongum:
Hann varð ofta biðin at luttaka í sambandi við bygdarstevnurnar kring landið um summarið, og í samband við jólatiltøk í desember mánaði.
Higartil í ár hevur hann ikki verið so ofta úti, men talið liggur nakað niðanfyri 10 framførslur.
- Men hevði tú spurt meg aftaná henda gospeltúrin við Norrønu, so hevði talið verðið munandi hægri, sigur Ásbjørn og brosar.
Á gospeltúrinum í apríl mánaði hevði hann ikki færri enn seks framførslur uppá teir fýra dagarnar, túrurin vardi, eins og hann undirhelt við borðini um kvøldarnar. Og hóast hvør fram-førslan tekur um hálvan tíma, so hevði hann nýtt tilfar við hvørja ferð.
Áhugin vaktur
Ein áhugaverdur spurningur í hesum sambandi er altíð, hvussu hann byrjaði at gykla.
Ásbjørn hugsar seg ikki leingi um, tí hann minnist sera væl til tann dagin fyri nógvum árum síðani, tá ein av vinmonnum hansara fekk eina serstaka gávu: Eitt "tryllesæt" frá einum av fyritøkunum, ið framleiða leikur til børn.
- Hóast eg ikki sjálvur byrjaði at gykla júst tá, so vakti hetta mín áhuga fyri hesum.
- Tá eg so varð eitt sindur eldri, fór eg á bókasavnið at lána mær nakrar bøkur um gyklarar úti í heimi, og um tað at gykla, sigur Ásbjørn, sum kortini ikki byrjaði at gykla av álvara fyrrenn í 1996.
Hetta árið búði Ásbjørn í Danmark, har hann var við í einum teami hjá donsku Indre Mission, sum vitjaði á ymsum støðum kring landið við gleðiboðskapinum.
Gykl og Nóa
Hann var her partur av hesum bólkinum við heitinum "IMpuls", sum við sangi, framførslum og tí, tey kallaðu gospel-magic ynsktu at fáa fólk í talu á ein øðrvísi hátt enn í missiónshúsum, kirkjum og øðrum savningarstøðum.
Ásbjørn og hini í IMpuls vitjaðu nógv á skúlum, tey prátaðu við fólk á gøtuni og fóru inn á soldátaraheim - ja, í roynd og veru allastaðni, har møguleiki var at boða gleðiboðskapin um Jesus.
- Undir hesum vitjanum brúktu vit ymisk visuell ting fyri at demonstrera ella vísa, tað vit søgdu. Umframt drama, sang og mangt annað, so var gyklið eisini ein partur av hesum.
- Tað vísti seg eisini, at hetta við teimum "visuellu virkemidlerne" hevði stóran áhuga millum fólk. Vit kundu t.d. vísa myndir av djórum, ella vit teknaðu djór á eina talvu, meðan vit tosaðu um Nóa, vísir hann á sum eitt av mongum dømum.
Bundin og fræls
Eitt annað dømi um hesar "virkemidler" var, tá tey skuldu lýsa tað at vera bundin av syndini, og síðani verða fríur ella frælsur aftur.
- Her vístu vit fólki, hvussu fastbundin vit vóru, við einum bandi, og hvussu vit á ein serstakan hátt kundu gerast leys aftur. Men fyri meg er tað sera umráðandi, at hetta triksið ikki er tað berandi. Hetta er bara eitt amboð fyri at vísa á nøkur ting.
- Ein eigur kortini altíð at vera varin við slíkum, tí eg veit um fólk sum hava fingið ilt av tí, vit gjørdu. Tey uppfata tað sum yvirnatúrligt, og sum raman gand, - sum tað í veruleikanum als ikki er, leggur hann dent á.
Fyri at sleppa undan slíkum misskiljingum hevur Ásbjørn tey seinnu árini tí lagt stóran dent á at siga fólki, at hetta ikki er gandur, men er eitt triks og einki annað enn eitt triks.
Gandur ella gykl
Júst hetta við gandi hevur sum nevnt loypt ein ávísan ótta á fólk. Hvussu ger hann fólk varin við, at hetta ikki er gandur, men gykl?
Hann plagar at begrunda tað við, at á donskum eitur tað sum hann ger "tryllekunst". Og hyggur ein í føroysku Bíbliuna so sæst, at allastaðni har orðið "gandur" stendur, so eitur tað "trolddom" á donskum.
- Tað vil so aftur siga, at hetta eru ting sum kunnu hava við tað ónda at gera, tað yvirnatúrliga og tað okkulta at gera. Tað hevur við andar at gera og við maning. Men tað er kortini einki av hesum í nøkrum av tí, sum eg geri, sigur hann avgjørdur á máli.
- Alt tað eg geri er í roynd og veru triks. Tað hevur øgiliga nógv við at avleiða uppmerksomheitina hjá fólki, so tey ikki síggja júst, hvussu eg geri okkurt, soleiðis at fólk verða tikin á bóli.
- Júst hetta er ein rættiliga stórur partur av tí at vera gyklari, sigur Ásbjørn.
Yvirraskilsis-moment
Høvuðsuppgávan hjá gyklaranum er at avleiða uppmerksom-heitina hjá fólki. Men hvat er í roynd og veru triksið í triksinum?
- Triksið í sjálvum sær er bara eitt amboð fyri at undirhalda fólk. Eg havi sjálvur hugsað nógv um júst hetta, og eri komin fram til, at undirhaldið í roynd og veru er tað týdningarmesta, og at triksini skulu bara undir-byggja undirhaldið.
- Tað týdningarmesta í triksinum er hetta, at tú fært líkasum eitt yvirraskilsis-moment, sum t.d. í triksinum við turriklæðinum, sigur Ásbjørn.
Í hesum triksinum spælir hann við eitt turriklæði í hondini, og roynir at krógva tað í hondini. Hann missir tað síðani niður á gólvið, uttan at hann sjálvur leggur merki til tað, og tosar víðari sum um einki var hent. Men tað gera børnini so sanniliga og siga hart og greitt frá, at tað liggur á gólvinum.
Gyklarin tekur tað síðani uppaftur og nú hendir aftur tað sama. Eftir nøkrum ferðum er turriklæðið veruliga vorðið burtur, uttan at nakar hevur ansað eftir tí.
Einfalt triks
Eitt annað er eisini eitt triks við einum røri, har hann togar í nakrar endar, har so ymsir litir hanga saman.
Børnini skulu so kappast móti teim vaksnu, og gita hvørjir litir hanga saman. Børnini gita altíð rætt, meðan foreldrini altíð gita skeivt, tí gyklarin spælir øllum eitt puds.
- Hetta er eitt sera einfalt triks. Øll flenna eftir tí, av teirri einfaldu orsøk at tað sum hendir er so óvæntað.
- Tú kanst ímynda tær eina støðu, har eg havi eina banan við lynlási í jakkalummanum. Eg koyri lynlásið upp, fái mær ein bít, koyri lýnlásið aftur og bananina aftur í lumman.
- Hetta ljóðar ikki av nógvum, men øll høvdu flent eftir tí, tí hetta er ein bakvend støða og púrasta óvanligt. Tað er júst soleiðis sum tey flestu triksini eru, og tí má ein allatíðina seta sær spurningin: Er hetta nakað sum fólk fara at flenna eftir? Er hetta nakað sum kann imponera fólk? Og er hetta nakað sum kann fáa fólk at undrast?
- Hesir tríggir spurningarnir eru teir týdnignarmestu hjá mær tá eg geri mítt undirhald. Megni eg hetta, so fer showið eisini at eydnast.
Skal vera stuttligt
Enn hevur Ásbjørn ongar ætlanir um at gevast við at gykla. Hann ætlar sær at halda fram so leingi sum tað er stuttligt.
- Og tað er veruliga stuttligt at gykla. Enn er tað stuttligt at gykla, og tað verður bara stuttligari og stuttligari fyri hvønn dag sum fer.
- Eg haldi, at møguleikarnir eru so ótrúliga nógvir. Man skal bara duga at síggja teir.
- Eg havi nú í skjótt fimm ár gyklað mest fyri børnum og familjum. Men eg havi leingi havt ein dreym um at kunna gykla fyri vaksnum fólki eisini. Tað hevði sjálvandi verið heilt øðrvísi.
- Hetta hevði verið sera stuttligt, og tí havi eg arbeitt við hesum í tonkunum í eina tíð. Um tað so verður til veruleika, tað má tíðin so vísa.
Allir aldursbólkar
Øll hava helst sæð, hvussu teir stóru gyklararnir úti í heimi rúnarbinda áskoðararnar við ótrúligum triksum sínum.
Hyggur ein eftir áskoðarafjøldini so sær ein greitt, at hesi fólkini, sum eru í øllum aldri hugna sær óført saman. Og bilsnið spyr ikki eftir aldri.
Hetta sama hevur Ásbjørn eisini staðfest her á landi, tí hann hevur luttikið á rættiliga mongum ymiskum tiltøkum, bæði fyri børn, ung og eldri.
Hann hevur undirhildið á fleiri bygdarstevnum, men hevur eisini verið í barnagørðum og til tiløk sum tey eldru hava skipað fyri.
- Gyklið vendir sær til allar aldursbólkar.
- Spurningurin er bara um at duga at laga tað til áskoðarafjøldina, sigur Ásbjørn.
?????
Eitt tveir metrar langt rør
í búkinum

Gyklarin Ásbjørn Berthelsen á Strondum dugir at rúnarbinda bæði børn og vaksin. Øll lata tey seg lumpa ferð eftir ferð.

Gyklarí
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo

Norrøna: - Eg havi havt so ilt í búkinum í allan dag. Her í vinstru síðu. Eg veit ikki rættiliga hví!
Vit eru í Viking Club umborð á Norrønu, har gyklarin Ásbjørn Berthelsen av Strondum hevur undirhald bæði fyri børn og vaksin.
Salurin er fullsettur av ferðafólki, sum hava teknað seg til serstaka Gospeltúrin hjá Smyril Line. Undirhaldið hjá Ásbjørn er ein partur av skránni við hetta tiltakið.
Hann tekur seg enn einaferð til síðuna, og gremur seg eitt sindur. Og nú skilir hann brádliga, hví hann hevur havt so ilt í búkinum.
- Her er okkurt hart her, her í síðuni. Er tað ein pennur ella okkurt annað? Nei, nú merki eg hvat tað er!
Ásbjørn kemur nú dragandi út úr síðuni við einum lítlum rundum røri. Hann heldur fram við at draga, og dregur og dregur til hetta rørið er vorðið ein metur langt.
- Nú skilja tit kanska, hví eg havi havt so ilt. Men auvv, auvv ...
Hann steðgar á eina løtu, og letur sær at hava nógva pínu.
Langt rør
Børnini sita sum á nálum, tí slíkt hava tey aldri upplivað áður.
Gyklarin Ásbjørn heldur á at draga og draga, og nú er rørið minst tveir metrar langt, og einki bendi á at hann ætlar sær at gevast í bræði.
Umsíðir er alt hetta langa rørið "drigið" út úr síðuni, og tað vekur undran hjá fólki. Undir lógvabrestum og látri takkar Ásbjørn fyri uppmerksomheitina við hetta triksið, og fer beinanvegin undir tað næsta.
- Hygg her. Nú skulu tit síggja nakað, sum tit ongatíð áður hava sæð!
Showið umborð á Norrønu heldur fram eina góða løtu aftrat. Børn, ung og vaksin eru bergtikin og lata seg væl undirhalda av 29 ára gamla gyklaranum.
Hóast hann hevur bert hevur gyklað av álvara tey seinastu fimm árini, so er einki sum bendir á, at her er talan um ein amatør. Snildisliga og hegnisliga fremur hann triksini, og vit onnur lata okkum lumpa ferð eftir ferð.
Og so mugu vit bara flenna, - eftir honum og ikki minst eftir okkum sjálvum!
???????
Hvar er gykl?
Gykl er ikki gandur! Gykl eru sjónarhvørvingar (illusiónir). Í Danmark kalla tey tað tryllekunster.
Gykl lumpar eyguni á áskoðaranum, so at hann heldur, at okkurt yvirnáttúrligt er farið fram.
Saman við Absalon Áargarð vitjar Ásbjørn kring landið við einum serstøkum showi. Booking til hetta kann gerast á heimasíðuni www.gykl.com
??????
Fyrimyndir
Um vit eru tilvitað um tað ella ikki, so hava vit øll okkara fyrimyndir.
Men hvussu er tað - hevur gyklarin Ásbjørn nakra fyrimynd innan hetta yrkið?
- Jú, eg havi nógvar fyrimyndir. Eg var t.d. í Danmark í farna mánaði, tá eg hugdi eftir einum showi hjá Jeff McBride. Hann hevur eitt show í Las Vegas, sum hann hevur koyrt í fleiri ár.
- Hetta showið koyrir hann sera professionelt saman við konu síni, har hann brúkar bæði smá og stór ting í gyklingini, bæði við maskum, kortum og øðrum. Hann er so mikið góður, at hann í roynd og veru er heimsmeistari innan kortmanipulatión og hevur vunnið nógvar heiðurslønir, og er sera væl kendur og dámdur millum gyklarar úti í heimi. Jeff hevur enntá trý Guinnes heimsmet, so maðurin dugir síni ting!
- Ein onnur fyrimynd er ein, ið eitur Dan Harlan og ein annar við navninum Duane Laflin, sum er útbúgvin prestur og er sera viðurkendur innan gospel-magic.
?????
Sum at lesa eina bók
Skal eitt ítróttarfólk vera væl fyri til eina kapping, er neyðugt hjá viðkomandi at venja og venja, samstundis sum ein avsigur sær nøkur ting.
Skal ein gyklari vera væl upplagdur og fáa áskoðarafjøldina í talu, so er somuleiðis neyðugt hjá viðkomandi at venja og aftur venja tey somu triksini aftur og aftur.
Hetta veit Ásbjørn eisini, og tí brúkar hann rættiliga nógva tíð til at halda seg í venjing. At verða ein góður gyklari er tí ikki nakað ein bara verður, men nakað ein arbeiðir seg fram til.
Nógvir av teimum stóru og kendu gyklarunum úti í heimi venja í áravís til eitt einstakt show, og sum teir so koyra eftir sama leisti í áravís.
- Men her í okkara lítla landi, verði eg noyddur at skifta tey ymisku triksini út nokkso ofta. Tað er nokkso skjótt, at eg komi til eitt stað har onkur hevur sæð meg upptraðkað fyri stuttum. Tí má eg faktiskt hava eitt nýtt show einar tvær til tríggjar ferðir um árið.
- Eg kann minnast, at eg vandi sera nógv um tað mundið, tá eg byrjaði at gykla. So við og við fært tú triksini í fingrarnar, og tí er ikki altíð neyðugt við so øgiligari venjing, tá ein er inni í tí.
- Tað er ikki ólíkt tí at kunna lesa. Hevur ein fyrst lært tað, so kanst tú lesa eina og hvørja bók. Og dugir ein enn betri at lesa, so kann ein lesa eina bók hart, sum ein ongatíð hevur sæð áður. Tað liggur líkasum í tær, tí tú hevur lært tað grundleggjandi í hesum. Tað er nøkurlunda tað sama við gyklinum, sigur hann.