Tórshavnar kommunan fekk í ár 21 umsóknir í sambandi við umhvørvisstuðulin 2017.
Kommunan letur á hvørjum ári 250.000 krónur í umhvørvisstuðuli til verkætlanir, sum menna vitanina um umhvørvið, vikra dálkingarfyribyrgjanndi, virka orkuð og tilfeingissparandi, verja landsøl, djóra- og plantusløg og kunna almenningin um umhvørvisviðurskifti.
Fimm verkætlanir av teimum 21, ið søktu, fingu heiðurin, og tær vóru hesar:
1. Maud Wang Hansen: Plantuskúli – læra at sáa og velta, 15.000 krónur
2. Vígdis Bjarnadóttir og Ívar Bærentsen:Láni-trillibørur í Nólsoy, 20.000 krónur
3. Marna Olsen: Listatiltøk fyri børn við fokus á náttúru, 24.900 krónur
4. Tjóðhild Patursson og Barbara Andreasen: Ein velta full í ókrúti/dyrka ókrút, 50.000 krónur
5. Connie Lassen: Endurnýtsluverkætlan við Frítíðarskúlan við Botnánna og Úthangið í Kollafirði, 88.800 krónur
Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu, sum verður latin persóni, stovni ella fyritøku, sum á onkran hátt hava gjørt eitthvørt umhvørvisvinarligt átak, verkætlan ella annað, sum er umhvørvinum at frama, var í ár latin Á-samtakinum fyri teirra Matoyðsl-app.
Endamálið við hesi Matoyðsl-app’ini er at minka um matoyðsl, soleiðis at matur, sum er frískur og kann etast, ikki endar í skrellispannini.
Á-samtakið hevur verið við til at seta matoyðsl á skrá í Føroyum, og við Matoyðsl-app’ini ynskir Á-samtakið at minka um matoyðsl og harvið eisini minka CO2-útlátið. Hetta hevur stóran týdning fyri okkara umhvørvi.
Grøna gávan frá Etika, sum er peningur fyri sølu av vatni á Etika, sum óskerdur verður latin einstaklingi, fyritøku, stovni ella felagsskapi, til umhvørvisendamál, varð latin felagsskapinum Ringrás. Hesaferð var upphæddin 44.120 krónur.
»Ringrás« er ein nýggjur umhvørvisfelagsskapur, sum upp á stutta tíð hevur megnað at varpað ljós á burturkast og órudd kring Føroyar við serligum denti á plastburturkast.
Plastburturkast í náttúruni ein álvarsligur trupulleiki í heiminum. Við at varpa ljós á hetta, verða vit áhaldandi mint á, at vit skulu taka ábyrgd fyri egnari dálking, eins og vit síggja, hvussu dálking úr øðrum londum eisini endar hjá okkum.
Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu endar í dag.