Trivaligur KÍ sigur í Gundadali

Í morgin skal besta KÍ liðið spæla á útivølli ímóti HB. Klaksvíkingar høvdu góða undanframførslu í Gundadali seinnapartin í dag. KÍ vann 5-1 á HB, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 3-0. Øll trý málini vórðu skorað fyrstu átjan minuttirnar.

Páll Klettskarð og Jón Jacobsen løgdu fyrsta korterið KÍ framum 2-0, og John Hammer økti til 3-0.

Vagnur Mohr Mortensen hjá HB varð rikin av vølli tíggju minuttir eftir steðgin. Lítla løtu seinni minkaði Tróndur Sigurðsson um munin við frísparki. Innskifti Álvur F. Christiansen økti til 4-1, so var Iohan Borðoy hjá HB útvístur. Superveteranurin hjá KÍ, Marek Wierzbicki, staðfesti 5-1 sigurin við beinleiðis frísparki.

Eftir fimm umfør hava bæði HB og KÍ seks stig.