Ítrivsálmanakki til januar mánað

Fólkaheilsuráðið hevur nýtt átak fyri fyrsta mánað í 2021

Fólkaheilsuráðið fer í januar undir eitt nýtt átak, sum eitur "Virkin januar".

Átakið er partur av verkætlanini ABC fyri sálarheilsu, ið nú hevur nøkur ár á baki hjá Fólkaheilsuráðnum.

Virkin januar er ein álmanakki fyri januar mánað, har uppgávur ella uppskot til ítrív eru fyri hvønn dag í mánaðinum. Úr álmanakkanum kunnu vit til dømis taka "Byrja árið við einum gongutúri í frískari luft" ella "Heilsa! Sig hey, góðan morgun ella smíl til tey, tú sært í dag".

Álmanakkin er fyltur við bæði kropsligum, sálarligum og sosialum ítrivum, ið hava til endamáls at styrkja um heilsuna, bæði sálarliga og kropsliga.

– At vera virkin snýr seg bæði um at vera virkin kropsliga, sosialt, sálarliga og andaliga og tí eggja vit til, at vera virkin upp á nógvar ymiskar mátar. Til ber at fylgja uppskotinum hvønn dag ella at fáa íblástur til annað virksemi, ið gevur størri meining fyri tann einstaka, sigur Fólkaheilsuráðið.

Talan er um tveir álmanakkar, ein fyri børn og ein fyri vaksin.

Virkin januar kemur í kjalarvørrinum á kanningini "Hvussu hevur tú tað" frá 2019, ið millum annað vísir, at sálarliga heilsustøðan hjá teimum millum 18 og 25 ikki er nóg góð.

– Fólk, sum í stóran mun eru virkin, hava í størri mun kenslu av vælveru og betri sálarliga heilsu, enn tey, sum ikki eru virkin. Við nýggja átakinum Virkin januar eggja vit einstaklingum, skúlum, arbeiðsplássum og stovnum at taka lut í átakinum og soleiðis gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá bæði sær sjálvum og øðrum, sigur Fólkaheilsuráðið.

Sí álmanakkarnar niðanfyri ella tak teir av heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum.

##med2##

##med3##