Trolbátar tvungnir at bróta lógina

Trolbátarnir á landleiðini mugu bróta lógina og kasta fisk útaftur, tí teir verða sektaðir við bót, føra teir ov stóru hjáveiðuna til lands

­ Vit kunnu ikki hava eina fiskiskipan, sum førir við sær, at fiskur verður blakaður aftur í havið, sigur Alfred Olsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin í Eysturoynni.

­ Tað sigur seg sjálvt, at trolbátarnir ikki koma til lands við ov stóru hjáveiðuni, um teir verða revsaðir, sigur hann og leggur aftrat, at hann í hesum sambandi hevur hoyrt upphæddina 50.000 krónur.


Óliðilig skipan

Alfred Olsen sigur, at skipanin við fiskidøgum býtur seg eitt sindur í stertin, um trolbátarnir fáa bøtir fyri at hava meir enn 25 prosent av toski í hjáveiðu.

­ Tískil má ein onnur loysn finnast.

Hann sigur eisini, at trolbátarnir hava bjóðað seg til at lata ov stóru hjáveiðuna til Einkjugrunnin ella til grunnin fyri Óarbeiðsførar fiskimenn. Men hetta er sum at tosa fyri deyvum oyrum.

­ Í so máta er skipanin eisini alt ov stirvin, sigur hann.

­ Eitt brek við útgerðini kann føra til, at ov nógv av toski kemur í trolið. Tá kann tað ikki vera rætt at revsa trolbátarnar, heldur Alfred Olsen, løgtingsmaður fyri Eysturoynna.


Mótsigandi skipan

Níggju av trolbátunum, sum fiska á landleiðini innan fyri tólv fjórðingar, vórðu kannaðir av Vaktar & Bjargingartænastuni fyrr í ár. Onkur hevur fingið og aðrir fáa bót fyri ov stóru hjáveiðuna.

Og júst henda bótin ger, at trolbátarnir í dag eru tvungnir at tveita ov stóru hjáveiðuna fyri borð aftur. Hetta er ikki í tráð við fiskidagaskipanina, tí grundtankin við henni er, at allur fiskur skal førast til lands og síðani tilvirkast.th;uni við tað drúgva fyrireikingarbeiðið, sum er gjørt undan fyrstu loyvisgevningini. Hann vísti á, at tað frá almennari síðu eru gjørdar nógvar fyrireikingar til oljuleiting, ikki bara í Oljumálastýrinum og Jarðfrøðisavninum, men í umsitingini sum heild. Her kann serliga verða nevnt arbeiðið, sum í løtuni verður gjørt í sambandi við tilbúgvingarætlanina. Talan er um eina rættiliga fjølbroytta verkætlan, ið flestu aðalstýrini onkursvegna eru uppí, t.d. verður ætlanin fyriskipað av Vinnumálastýrinum, Fiskimálastýrið hevur ábyrgdina av tilbúgvingini til havs, Almanna- og heilsumálastýrið av m.a. sjúkrahústilbúgvingini, Løgmansskrivstovan av møguligum lógarbroytingum og millumlandaviðurskiftum, meðan Oljumálastýrið hevur ábyrgdina av tí partinum, sum beinleiðis hevur við frálandsvirksemið at gera. Sum heild gongur hetta arbeiðið væl, men talan er um eina stóra uppgávu, sum krevur gott samstarvsstev millum allar teir luttakandi partarnar segði landsstýrismaðurin.


Áðrenn uppskotið um fyrsta útbjóðingarumfarið varð latið løgtinginum seinasta heyst helt landsstýrismaðurin ein fund við reiðara- og manningarfeløgini, har greitt var frá útboðsøki og væntaðum virksemi. -Tað er sera umráðandi, at vit allatíðina kunna um oljuvirksemið, soleiðis at fiskivinnan og oljuvinnan kunnu samstarva so skynsamt sum møguligt. Ætlanin er tí seinni í heyst at skipa fyri líknandi fundi, har greitt verður frá, hvørjar avleiðingar oljuleitingin, t.e. bæði leitiboringar og seismikkur, kann hava fyri fiskiskap á leiðunum, har leitað verður. Møguliga eigur eitt fast samstarvsforum at verða skipað. Sambært kolvetnislógini skal ein endurgjalds- og skaðabótanevnd setast við umboðum fyri fiskivinnufeløgini og loyvishavarar til oljuleiting. Oljumálastýrið fer at taka stig til, at henda nevndin verður mannað skjótast møguligt.


Sambært kolvetnislógini skal landsstýrismaðurin annaðhvørt ár lata løgtinginum eina frágreiðing, ið skal vera grundarlag undir einum oljupolitiskum orðaskifti á løgtingi. Tá útbjóðingarlógin varð løgd fyri løgtingið í fjør, nevndi Eyðun Elttør, at hon kom ístaðin fyri frágreiðingina, sum av røttum átti at verið løgd fram fyrstu ferð í 1999. Samstundis varð nevnt, at ætlanin var at lata løgtinginum eina frágreiðing, tá leitingarloyvini eru latin. Miðað verður eftir at gera eina frágreiðing, sum kann fevna eitt sindur breiðari enn bara um sjálva loyvisveitingina. Ætlanin er at greiða frá tí sum longu er hent á oljuøkinum, t.d. umhvørviskanningum, granskingarætlanum, útbúgvingum, vinnumenning o.s.fr. Í øðrum londum verður ætlað um ókendu kolvetnisnøgdirnar ? t.e. nøgdir, ið ikki eru staðfestar við boringum ? men nøgdir, sum mettar verða at fjala seg í undirgrundini. Slíkar metingar hava vit higartil ikki gjørt í Føroyum, m.a. tí torført er at ætla um hesi viðurskifti á basaltøkjunum. Frágreiðingin í heyst fer at geva eitt boð uppá, hvørjar kolvetnisnøgdir talan kann vera um í pørtum av føroyska økinum.