Fiskiveiðueftirlitið staðfesti mikudagin, at trolbáturin Tindur, sum 4. august varð tikin fyri at fiska á stongdum øki, ikki fiskaði á stongdum øki, tá tað kom til stykkið.
Tindur var tikin í økinum vestanfyri Suðuroynna, sum eitur D2, , men D2 liggur í einum øðrum øki, sum eitur D1, og í D1 er loyvi at fiska til 31. august. Tískil hevði trolbáturin ikki forbrotið seg.
Annars kravdi fútin, at hald varð lagt á veiðuna og reiðskapin hjá trolbátinum, umframt alla veiðuna. Harafturat skuldi skiparin gjalda 60.000 krónur í bót. Tilsamans var talan um smáar 270.000 krónur.
Skiparin segði seg góðtaka bótina og at hald varð lagt á reiðskapin, men hann góðtók ikki, at hald varð lagt á alla veiðuna. Hann helt, at hald kundi bert leggjast á veiðuna, sum varð fiskað í D1, og sum hevði eitt virði upp á einar 1.800 krónur.
Men tá Fiskiveiðueftirlitið mikudagin fann útav, at Tindur als ikki hevði fiskað á stongdum øki, varð málið slept.
Finn Ougaard, varafúti sigur við útvarpið, at av tí, at Tindur ikki hevur gjørt nakað ólógligt, so er onki mál longur. Tí skal trolbáturin ikki gjalda nakra bót, og hald verður ikki lagt á reiðskapin og ei heldur fiskin.
Elmar Højgaard á fiskiveiðueftirlitinum sigur, at kunngerðin er óheppið orðað, og at D2 liggur í einum øki, sum upprunaliga átti at verið stongt. Aðrar kunngerðir eru eisini orðaðar á henda hátt, og tær skulu broytast í framtíðini.