Trolbátarnir hava brúkiligan fiskiskap

Tað hava partrolararnir, sum fiska upsa, eisini. Tvey partrolarapør eru á gulllaksaveiði.

 

Í løtuni eru fimm partrolarapør á upsaveiði, og tvey pør fiska gulllaks, nú gulllaksavertíðin er í gongd.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin hjá partrolarunum hevur verið hampiligur.

 

- Umframt upsan, fáa skipini nakað av hvítfiski, mest hýsu, longu og toski.

 

Flestu partrolarapør koma inn at landa í vikuni.

 

Av djúpvatnstrolarunum eru tveir til fiskiskap eftir toski, og ein fiskar kongafisk og svartkalva.

 

- Ein frystitrolari er á Flemish Kap, og ein fiskar undir Føroyum, har fiskiskapurin er smáligur.

 

Av teimum smáu trolbátunum, eru fýra norðan fyri. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski.

 

- Trolbátarnir hava brúkiligan fiskiskap, og allir koma inn at landa í vikuni, verðu lagt aftrat.