Trombonspælari ársins einleikari

Klassiski tónleikurin setti sítt dám á opna bólkin.

AVE framførdi á ársins FMA. Petur Pólsson kundi tó av givnum orsøkum ikki vera við, men Benjamin Petersen hevði tó fingið Jan Rúna Poulsen at spæla trummur.

- Tað er løgið, at standa her uttan Petur, men hann hevur tað gott, og segði mær, at hann longu hevur skrivað fleiri tekstir. So AVE 2 verður allarhelst klár um stutta tíð, segði Benjamin Petersen.

Eftir framførsluna hjá Ave skuldu heiðurslønirnar fyri ársins kompositión og ársins sangara ella einleikara í opna bólkinum handast, og var tað Guðrun Sólja Jacobsen, sum handaði virðislønina fyri ársins kompositión.

Ársins kompositión er Nordisk messe eftir Sunnleif Rasmussen. Messan varð frumframførd í Norðurlandahúsinum 31. mai í fjør. Sunnleif Rasmussen hevur skrivað messuna fyri blandað kór og symfoniorkestur.

 

Tað var Føroya Symfoniorkestur, sum framførdi hesa fyrstu føroysku messuna, saman við stórum felags-norðurlendskum kórið. Ein sera áhugaverd messa, ið vardi umleið 40-45 minuttir, og har partar av kórinum at enda gingu syngjandi út í salin.

Hini tilnevndu vóru Náttarsangur til á eftir Andras Spang Olsen og Døgg og Sproti, kompositión eftir Angeliku Nielsen, ið Yggdrasil hevur framført.

Dávur Juul Magnussen fekk heiðurin sum ársins sangari ella einleikari í opna bólkinum. Hann spælir trombon og var sum einans 22 ára gamal, útnevndur til heiðursplássið sum høvuðstrombonistur í Royal Scottish National Orchestra.

 

Dávur Juul Magnussen gav í fjør út fløguna Cesurae. Útgávukonsertin var í Klæmintsgjógv í Hesti.

 

Hini tilnevndu vóru violinleikarin Angelika Nielsen og operasangarin Rúni Brattaberg.