Føroysku flogbóltsútisetarnir í Noreg, Bárður B. Mikkelsen og Rúni Weihe, halda enn fast í norska oddastríðnum.
Leygardagin spældi Tromsø á heimavølli móti Dragvøll, sum er eitt av niðaru liðunum, og tann dysturin endaði við tryggum heimasigri.
Sum skilst, so var talan tó ikki um tað heilt góða spælið frá Tromsø, og føroyingarnir eru eisini skjótir at staðfesta, at hetta skal betrast, um liðið skal halda fast í oddinum.
Komandi vikuskifti skal Tromsø spæla á útivølil móti Førde í steypakappingini. Talan er um 1/4-finalur, og hóast Tromsø fyri stuttum vann 3-1 á heimavølli móti Førde, so verður roknað við einum truplum dysti, har Tromsø skal spæla væl betur, enn teir gjørdu leygardagin, um teir ætla sær við í pottin, tá lutur verður kastaður um hálvfinalurnar.