Tróndur Bogason tilnevndur stóra virðisløn

Tróndur Bogason er tilnevndur Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins 2024

Tróndur Bogason

12 verk eru tilnevnd til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2024 fyri høga listarliga støði. Tað eru bæði útgávur við jazztónleiki, folk, filmtónleikur, symfoniir og konsertir, sum eru skaptar av tónleiakrum úr norðurlondum. Vinnarin verður almannakunngjørdur 22. oktober.

 

 

 

Ársins tilnevndu geva okkum møguleikan at fordjúpa okkum í eini breiðari tematiskari palett av norðurlendskum tónleiki við millum annað 20 minuttir longum orkesturverki, sum lýsir seinastu umleið 600 milliónir ára artsríkidømi og hópdeyða, eina Grammy-vinnandi útgávu av mest stroymdu verkum í Íslandi.

 

 

 

##med2##

 

Tey tilnevndu eru hesi:

 

Danmark

 

Apolonia Apolonia filmscore af Jonas Struck

 

Om Lys og Lethed af Rune Glerup

 

Finnland

 

Extinctions af Cecilia Damström

 

Juniper af Linda Fredriksson

 

Føroyar

 

Symfoni nr. 1 & 2 Sólárið af Tróndur Bogason

 

Ísland

 

Bewitched af Laufey

 

The Gospel of Mary af Hugi Guðmundsson

 

Noreg

 

Brigde af Anne Hytta

 

Stabat Mater af Tyler Futrell

 

Svøríki

 

Cellokonsert af Anders Hillborg

 

Eros agape philia af Sara Parkman og Hampus Norén

 

Áland

 

LUFT af Peter Lång

 

Tað eru limirnir í dómsnevndini hjá Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins, sum hava tilnevnt tey 12 verkini.

 

Bedømmelseskomitéen for Nordisk Råds musikpris

 

Tróndur Bogason