Tróndur skoraði 12 mál í heimasigri hjá Viking

Føroyingarnir hjá Viking skoraðu 20 av 30 málum Viking skoraði í heimasigrinum á Charlottenlund

Tróndur Mikkelsen var besti maður á vøllinum tá hann uppá 12 málroyndir skoraði 12 mál fyri Viking Stavanger, ið vann 30-28 á Charlottenlund á heimavølli í dysti í næstbestu norsku hondbóltsdeildini. Viking var á odda 14-13 í steðginum.

 

Helgi H. Hoydal skoraði fimm mál uppá fimm málroyndir, og Jónas G. Djurhuus skoraði trý mál uppá fimm málroyndir. Føroysku spælararnir skoraðu sostatt 20 av 30 málum hjá Viking Stavanger í dag. 

 

Sigurin merkir, at Viking er næstfremst í deildini við 19 stigum. Viking er trý stig aftanfyri Sandnes, ið er oddalið við 22 stigum. 

 

Komandi sunnudag spælir Viking móti St. Hallvard á útivølli.