Tróndur Mikkelsen er nú einasti føroyingurin í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Í dag vunnu Tróndur og liðfelagarnir í Kristiansand stórsigur 35-21 á Fjellhammer í Aquarama høllini í Kristiansand. Fjellhammer var betri við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Kristiansand á odda 11-8.
Tróndur var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Kristiansand, og hann legði eisini upp til tvey mál, og hann vann eisini liðnum eitt brotskast.
Kristiansand hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingina, og teir hava fýra stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar.
Komandi mikudag klokkan 17 hevur Kristiansand torføran útidyst móti stórliðnum, Drammen.