Formel 1
Toyota koyrarin Jarno Trulli vann í Monako í fjør. Tá koyrdi hann í Renault. Hann varð stutt eftir koyrdur av Renault liðnum, tí hann klandraðist við stjóran Flavio Briatore. Nú koyrir hann í Toyota. Bæði hann og liðið liggja nummar tvey í kappingini um meistaraheitið, og hann hevur havt góðar byrjunarstøður í ár. Tí er Trulli óivað eitt gott boð uppá ein vinnara sunnudagin.
Men tað eru Renault koyrararnir Fernando Alonso og Giancarlo Fissichella eisini. Renault bilurin hevur verið besti bilurin í ár, og byrjunarstøðurnar hava verið góðar. Fenando Alonso er sjálvandi besta boðið. Hann hevur vunnið tríggjar koyringar í ár og er á odda í kappingini um heimsmeistaraheitið.
Fissichella vísti tó í Spania, at hann klárar at avbjóða liðfelagnum, hann vann somuleiðis ársins fyrstu koyring, og eigur tí ikki at verða gloymdur.
Tað slepst heldur ikki uttanum finnan Kimi Räikkönen. Hann vann sera sannførandi í Spania, og megnar hann at fáa nokkso óstøðuga McLaeren bilin um málstrikuna, kann tað saktans verða, at hann er fyrstur um hana.