Donald Trump verjir enn sítt illa lýdda innferðarbann móti fólkum úr Irak, Iran, Libya, Sýria, Somalia, Sudan og Jemen.
Í morgun skrivar hann á Twitter, at einans 109 fólk eru hildin aftur á flogvøllunum í USA um vikuskiftið og at stóru trupulleikarnir standast av teldutrupulleikum og mótmælum, heldur enn av forboðnum.
Forsetaboðini frá Donald Trump gera, at eingi flóttafólk sleppa inn í USA komandi 120 dagarnar, meðan eingi fólk úr Irak, Iran, Libya, Sýria, Sudan, Somalia ella Jemen sleppa inn komandi 90 dagarnar. Hann hevur síðani gjørt greitt, at fólk, ið hava fingið sonevnda grøna kortið, sjálvandi sleppa inn í USA.
Donald Trump nýtti eisini høvi at minna fólk á, at eitt vallyfti hansara var at gera USA trygt aftur.
- Tað er einki vakurt í at leita eftir yvirgangsfólki, áðrenn tey sleppa inn í landið, skrivar hann og heitir á fólk um at taka við lærdómi frá heiminum.