Amerikanski forsetin, Donald Trump, er farin í forsetaflogfarið, Air Force One, og er nú ávegis til Alaska.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga tíðliga seinnapartin.
Í størsta býi í Alaska, sum kallast Anchorage, fer Donald Trump í kvøld - okkara tíð - at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin.
Teir fara at hittast á einari herstøð í Anchorage.
Amerikanski forsetin hevur sagt, at ein avtala millum Ukraina og Russland er nær.
Donald Trump hevur eisini sagt, at ein avtala fer at bera í sær "útveksling" - ella skifti - av landaøki.
Men, hetta hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, víst aftur, tí hann ætlar sær ikki við góðum av missa land til russar.