Liz Cheney er fyrrverandi republikanskur limur í kongressini og dóttir Dick Cheney, sum var varaforseti í USA undir George W. Bush forseta.
Tey bæði eru millum kendastu republikanararnar, sum alment hava lýst sín stuðul til Harris, sum nú er varaforseti í USA, fram um republikanska forsetavalevnið, Donald Trump.
Og ta støðuna endurtók Cheney í Wisconsin.
- Eg var republikanari áðrenn Donald Trump yvirhøvur fór at brúka spraytan, segði hon.
- Eg eri errin av at seta mín kross við varaforsetan Kamalu Harris.
Ritzau/Reuters