Sally Yates noktaði at verja umstríddu forsetaboðini hjá Donald Trump um at seta innferðarbann í gildi móti sjey muslimskum londum. Donald Trump svaraði aftur við at geva henni fótin.
- Virkandi løgmálaráðharri Sally Yates hevur svikið løgmálaráðið við at nokta at seta í gildi eini lóglig boð, sum skulu verja borgararnar í USA, siga Hvítu Húsini.
Toymið hjá Donald Trump skuldsetir hana eisini fyri at vera “veika, tá um ræður landamørk okkara og sera veika tá talan er um ólógliga tilflyting.”
Orsøkin til, at hon er send heim, er at hon gjørdi tað greittt, at so leingi hon var leiðari á løgmálaráðnum, fór ráðið ikki at verja umstríddu forsetaboðini hjá Donald Trump um at steðga øllum flóttafólkum í 90 dagar og at seta innferðarbann í gildi móti Iran, Irak, Libya, Somalia, Sudan, Sýria og Jemen í 120 dagar.
Í einum brævi til løgfrøðingarnar í løgmálaráðnum skrivar hon millum annað, at hon ivast í, um forsetaboðini eru lóglig.
Sally Yates var útnevnd til løgmálaráðharra av Barack Obama og hevði tí kortini væntandi ikki sitið leingi afturat í sessinum. Donald Trump hevur fyrr í ár útnevnt Jeff Sessions til nýggjan løgmálaráðharra, men hann er framvegis ikki góðkendur av senatinum og umboðsmannatinginum. Tað verður hann tó væntandi seinni í vikuni.
Inntil Jeff Sessions tekur við, er Dana Boente virkandi løgmálaráðharri.
Donald Trump hevur eisini eini greið boð til onnur starvsfólk í umsitingini. Antin stuðla tit mínum virki, ella kunnu tit finna tykkum eitt annað starv.
Sean Spicer, talsmaður hjá Hvítu Húsunum, segði í gjárkvøldið, at tað er hugsandi, at fleiri lond verða sett á listan komandi dagarnar.