Hvørki Ukraina ella Russland hava kortini á hondini

Nú letur amerikanski forsetin upp aftur fyri møguleikanum aftur at deila hernaðarligar fregnartænastuupplýsingar við Ukraina

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur nú, at hann "næstan" er byrjaður at deila hernaðarligar fregnartænastuupplýsingar við Ukraina aftur. Hann sigur eisini, at russiski forsetin, Vladimir Putin, ikki hevur "kortini á hondini".

 

Tá amerikanski forsetin í gjár varð spurdur, um hann fer at eftirmeta sína avgerð um at steðga við at lata Ukraina fregnartænastuupplýsingar, segði hann, at "... vit hava so gott sum gjørt tað... "

Tað sigur hann sambært Reuters.

 

CIA-stjórin, John Ratcliffe, segði annars mikudagin, at USA hevur steðgað deilingini av hernaðarligum upplýsingum við Ukraina.

 

USA segði, at landið vil framvegis deila fregnartænastuupplýsingar við aðrar sameindar, men treytin er, at upplýsingarnir ikki verða deildir við Ukraina.

 

Kortini varð sagt, at avgerðin kundi eftirmetast.

 

Tað var annars á fundi við ukrainska forsetan, Vlodymyr Zelenskyj, í Hvítu Húsunum herfyri, at amerikanski forsetin segði, at Zelendskyj ikki hevur "kortini á hondini" at viðgera treytirnar fyri einari friðaravtalu.

 

Men, sambært svensku ávísini, Expressen, sigur Donald Trump nú, at útsagnirnar um treytirnar fyri vápnahvíld eisini eru galdandi fyri russiska forsetan, Vladimir Putin.

 

- Hvørgin teirra hevur nøkur kort á hondini. Russland hevur heldur ikki kortini á hondini, og tískil noyðist landið at ganga við til eina vápnahvíld, sigur amerikanski forsetin við svenska miðilin.