Trump: India skal gevast at keypa russiska olju

USA fer at avtaka sektartollin á 25 prosent, sum USA setti í verk móti India, tí landið keypir olju úr Russlandi

 

 

Forsætisráðharrin í India, Narendra Modi

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at India fer at gevast at keypa russiska olju, og keypssteðgurin kemur, sum ein partur av einari størri handilsavtalu, sum USA og India skulu hava gjørt í dag.

 

Hetta skrivar Donald Trump á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, og hetta ger hann eftir at hava tosað við indiska forsætisráðharran, Narendra Modi, fyrr í dag.

 

Sambært amerikanska forsetanum fer sínámillum tollurin millum londini úr 25 prosentum og niður í 18 prosent.

 

Ein ónevnd kelda í Hvítu Húsunum sigur við Reuters, at USA fer at avtaka sektartollin á 25 prosent, sum USA setti í verk móti India, tí landið keypir olju úr Russlandi.

 

- Hann gekk við til at gevast at keypa olju úr Russlandi og heldur keypa nógv meira úr USA og potentielt úr Venesuela, skrivar Donald Trump.

 

Og amerikanski forsetin leggur aftrat á Truth Social: - Vit gjørdust samdir um eina handilsavtalu, sum kemur í gildi beinanvegin.

 

Í januar gjørdu ES og India eina søguliga fríhandilsavtalu, vita útlendskir miðlar at siga.

 

 

 

 

 

Forsætisráðharrin í India, Narendra Modi