Donald Trump hevur nú gjørt greitt, at verður amerikanski parturin av TikTok seldur til Microsoft, so skal amerikanski landskassin hava ein part av inntøkunum.
Donald Trump skal hava greitt frá krøvunum í samrøðu við leiðsluna í Microsoft, sigur BBC, og sum skilst skal talan vera um ein stóran part av søluni.
Tað er kinesiska felagið ByteDance, ið eigur appuna TikTok, og TikTok hevur í langa tíð verið undir illgruna fyri at lata persónlig dáta frá brúkarum til kinesisku stjórnina. Bæði ByteDance og kinesiska stjórnin hava víst ákærunum frá sær, men hetta hevur ikki sannført Donald Trump, sum um vikuskiftið hótti við at seta forboð fyri, at TikTok kundi virka í USA.
Loysnin hevur eftir øllum at døma verið, at Microsoft keypir amerikanska partin av TikTok, men hetta verður ikki uttan treytir, ger Donald Trump greitt, sum altso ynskir ein stóran part av søluni.
Sambært Trump er talan um eitt rættiliga einfalt krav. Av tí at Trump ger tað møguligt, at sølan yvirhøvur letur seg gera, so skal USA hava ein part av søluni.
– Tað skuldi komið frá søluni, sum eingin annar hugsaði um enn eg, men tað er soleiðis, sum eg hugsi, og eg haldi, at tað er rættvíst, segði Donald Trump á tíðindafundi.