Á fyrsta almenna poltiska fundi, síðani hann fór úr Hvítu Húsunum, revsar Donald Trump innflytarapolitikkin hjá Joe Biden.
Samstundis heitir fyrrverandi forsetin á viðhaldsfólk síni um at hjálpa Republikanarunum við at endurvinna meirilutan í Kongressini.
Meðan Trump hevur hildið røður til ymisk høvi síðani valósigurin til Biden, vísir veljarafundurin í gjár í Wellington í Ohio, at hann vendir aftur til stórfundirnar, sum hava verið avgerandi hjá Trump fyri at varðveita stuðulin frá veljarum sínum.
Framman fyri fleiri túsund fagnandi viðhaldsfólk kom Donald Trump í gjár aftur við skørpum atfinningum av vaksandi talinum at innflytarum, sum koma um markið til USA í syðra endanum.
– Vit vilja endurfinna Umboðsmannatingið, vit vilja endurvinna Senatið, og vit vilja endurvinna USA, og vit fara at gera tað skjótt, sigur hann.
Tepri meirilutin hjá Demokratunum í teimum báðum kømrunum í Kongressini kann vera upp á spæl á miðvalinum í 2022. Søgan vísir, at Republikanararnir hava góðar møguleikar at endurvinna nakrar sessir.
Veljarafundurin í Wellington er tann fyrsti av trimum almennum fundum hjá Trump, har hann síðani skal til markið til Mexico saman við Texas guvernørinum Greg Abbott 30. juni og til ein veljarafund í Sarasota í Florida 3. juli.
Viðhaldsfólk siga, at tey vóna, at Trump fer at brúka slík høvi til at hjálpa við at sameina Republikanska flokkin handan sameind valevni til Kongressina.
– Tað er sera umráðandi at halda fram við at halda hesar veljarafundir, sigur Jessica Dicken, ein 30 ára gomul heimagangandi mamma úr syðra Ohio.
– Trump kann vera ein rødd fyri ta meira afturhaldssinnaðu rørsluna her í Ohio og tvørtur um landið, leggur hon afturat.
Donald Trump hevur verið í stríði við fleiri høgar floksfelagar. Hann hevur millum annað lagt eftir fyrrverandi varaforseta sínum, Mike Pence, sum hann av órøttum sigur kunna hava forðað Kongressini í at góðkenna valsigurin hjá Joe Biden.
Afturvendandi ósonnu pástandirnir hjá Trump um valsvik hava smittað nógvar av republikansku veljarunum. Kanning hjá Reuters/Ipsos vísir, at 53 prosent av republikanarunum halda, at Trump í veruleikanum vann valið í november í fjør.
/ritzau/Reuters