Amerikanska løgreglan hevur handtikið ein mann í skottilburðinum av konservativa aktivistinum Charlie Kirk.
Tað segði forsetin í landinum, Donald Trump, í beinleiðis samrøðu við Fox News, skrivar tíðindastovan AFP.
– Eg trúgvi, at vit hava hann. Ein sera nærlagdur persónur hevur meldað hann, sigur Trump.
– Vit hava ein persón, sum vit meta er tann persónurin, vit leita eftir, leggur hann afturat.
Pápi handtikna persónin hjálpti til at fáa hann handtiknan, sigur Trump eisini.
Sambært CBS News sigur hann, at myndugleikarnir fara at kunngera handtøkuna seinni í dag.
– Eg havi júst fingið boðini, sigur Trump.
Charlie Kirk, 31 ára gamal, sum er kendur stuðul hjá Donald Trump, varð skotin undir einum kjaki mikudagin á universitetinum í Utah Valley.
Hann tosaði við eina fjøld uppá umleið 3.000 fólk, tá hann sambært vitnum varð skotin í hálsin.
Hann varð fluttur á sjúkrahúsið, har hann doyði.
Amerikanskir myndugleikar hava síðani almannakunngjørt myndir og video frá trygdarmyndatólum, sum vísa ein ungan mann í myrkum klæðum á takinum á einum bygningi nærhendis staðnum.
Sambært myndugleikunum brúkti gerningsmaðurin eina riflu.
Donald Trump segði stutt eftir skottilburðin, at hann vildi hava gerningsmannin at fáa deyðarevsing.
Tað endurtók hann mikudagin fyri Fox News.
/Ritzau/