Bilar uttan nummarplátur órógva løgregluna

Løgrelgan fær javnan fráboðanir um, at bilar standa á almennum veg uttan nummarplátur

Tað er ein avbjóðing hjá løgregluni, at so nógv fólk lata bilar standa á almennum veg uttan nummarplátur. Tað er ikki loyvt.

Vaktleiðarin á politistøðini greiðir frá, at bilar ofta verða settir til viks onkustaðni, har teir ikki síggjast. Men standa teir á almennum veg uttan nummarplátur, so er tað ólógligt, og eigarin fær boð um at flyta bilin. Løgerglan kann finna eigaran við at kanna stellnummarið á bilinum, og so verður eisini ein reyður lepi klistraður á bilin, har boðað verður frá, at verður bilurin ikki fluttr innan 48 tímar, so verður hann fluttur fyri eigarans rokning.

 

##med2##

 

Hesir stóðu á parkeringsøkinum við kirkjugarðin í Havn fyri einum ári síðani. Tað hjálpti, at løgreglan hótti við at taka bilarnar, og teir vórðu fluttir