Soleiðis styrkir tú sambandið millum foreldur og børn

- Skeiðið er vælegnað til øll foreldur, og tað er ikki neyðugt at hava serligar avbjóðingar fyri at luttaka, siga tey í Gigni

Í síðstu viku vóru 18 smábarnaheilsufrøðingar í Gigni saman við øðrum fakfólkum á skeiði í einum foreldraprogrammi, sum verður kallað Cos-p. Tað vóru tveir norskir sálarfrøðingar, sum høvdu skeiðið. 

 

- Cos-p stendur fyri Circle Of Security-Parenting. Cos-p er eitt evidensgrundað foreldraprogramm, sum byggir á ástøðið um tilknýti og hevur til endamáls at styrkja sambandið ímillum foreldur og børn.

 

Í Gigni vísa tey á, at skeiðið er vælegnað til foreldur, sum hava børn millum sjey mánaðir og sjey ár, men kann eisini verða brúkt til størri børn og ung. 

 

Lagt verður aftrat, at Cos-p hevur eina ringrás, sum lýsir tørvin hjá barninum:

 

* Ein tryggan grundvøll, sum barnið kann granska umheimin frá

 

* Eina trygga havn at venda aftur til, tá barninum tørvar troyst og stuðul

 

- Ætlanin er at hava foreldraskeið og soleiðis vera við til at stuðla foreldrunum í betri at skilja kenslurnar hjá barninum og reagera á ein hátt, sum fremur trygt tilknýti.

 

Í Gigni siga tey, at á skeiðnum fært tú amboð til at duga betri at grunda yvir egnan atburð og kenslur og til at innliva teg í støðuna hjá barninum.

 

- Hetta styrkir sambandið millum foreldur og børn og ger, at sambandið verður meira støðugt.

 

Cos-p leggur nevniliga dent á, at foreldrini skulu vera størri, sterkari, klókari og vinaligari, tá tey vísa umsorgan og seta mørk fyri síni børn.

 

- Nú verður arbeitt við at fáa fígging, so møguleiki verður fyri at hava skeiðið fyri foreldrum.

 

Í Gigni leggja tey aftrat, at skeiðið er vælegnað til øll foreldur, og tað er ikki neyðugt at hava serligar avbjóðingar fyri at luttaka. Øll kunnu fáa gleði av skeiðnum og kunnu menna seg sum foreldur.

 

Meira um hetta kann lesast á www.gigni.fo