Og stór framgongd var undir samrøðuni, skrivar Donald Trump á sosiala miðlinum Truth Social.
Trump og Putin vóru samdir um, at leiðandi ráðgevar úr USA og Russlandi hittast í næstu viku.
Á odda fyri amerikonsku sendinevndini verður amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio.
Og so hittast Donald Trump og Vladimir Putin í ungarska høvuðsstaðnum, Budapest.
– Fyri at vita, um vit kunnu gera enda á hesum "ljóta" stríðnum millum Russland og Ukraina, skrivar Trump.
Tað er ikki greitt, júst nær forsetarnir báðir hittast.