Trump og Putin tosaðu í telefon um kríggið í Ukraina

Donald Trump vil ikki siga New York Post, hvussu ofta hann og Vladimir Putin hava tosað saman.

Vladimir Putin og Donald Trump hittust fyri fyrstu ferð í Helsinki í Finnlandi 16. juli 2018. - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters

Donald Trump hevur tosað í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin, um ein enda á krígnum í Ukraina.

 

Tað segði amerikanski forsetin í samrøðu við New York Post umborð á Air Force One.

 

Tá Trump verður spurdur, hvussu ofta teir báðir ríkisleiðararnir hava tosað, sigur hann: “Tað vil eg heldur ikki siga.”

 

Hann heldur tó, at Putin er "stúrin" um, at fólk verða dripin á vígvøllinum.

 

– Hann vil fegin hava, at fólk lata vera við at doyggja, sigur Trump við miðilin.

 

Trump sigur víðari, at kríggið, sum hevur triðja ársdagin 24. februar í ár, "hevði ongantíð byrjað", um hann var forseti í 2022.

 

– Eg havi altíð havt eitt gott samband við Putin.

 

Og tað hevði undanmaðurin hjá Trump, Joe Biden, ikki, heldur Trump.

 

Trump sigur við New York Post, at hann hevur eina ítøkiliga ætlan um at enda kríggið.

 

– Eg vóni, at tað gongur skjótt. Fólk doyggja hvønn einasta dag. Kríggið í Ukraina er so ræðuligt. Eg vil gera enda á tí, sigur hann.

 

Talsmaðurin hjá russiski forsetanum, Dmitrij Peskov, vildi hvørki vátta ella avsanna, at teir báðir ríkisleiðararnir tosaðu í telefon, skrivar russiski almenni miðilin Tass, sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Putin og Trump hittust fyrstu ferð í 2018 í fyrsta valskeiðnum hjá Trump sum forseti. Tað hendi á G20 toppfundinum.

 

Væntað varð, at teir báðir ríkisleiðararnir fóru at tosa saman. Tann 23. januar segði Trump, at hann vildi gjarna hitta Putin "skjótt" fyri at royna at samráðast um at enda kríggið í Ukraina.

 

Dagin eftir segði Putin, at hann var opin fyri at umrøða kríggið við Trump.

 

Varaforsetin hjá Trump, J.D. Vance skal eftir ætlan hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky í næstu viku í München.

 

Trump hevur sagt, at hann vil gera eina avtalu uppá 500 milliónir dollarar við Zelensky um atgongd til sjáldsom mineral og gass í krígsrakta landinum aftur fyri eitt trygdargaranti í eini møguligari friðaravtalu.

 

 

 

/Ritzau/

 

Vladimir Putin og Donald Trump hittust fyri fyrstu ferð í Helsinki í Finnlandi 16. juli 2018. - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters