Trump sigur seg kenna heilsustøðuna hjá Kim Jong-Un

Donald Trump forseti vil nú vera við, at hann hevur kunnleika um heilsustøðuna hjá Kim Jong-Un, leiðara í Norðurkorea, nú einaræðisharrin ikki hevur verið at sæð í almenninginum síðan 11. apríl.

Sambært CNN hevur Trump greitt frá, at hann hevur gott innlit í heilsustøðuna hjá Kim Jong-Un, men hann fær ikki sagt meira í løtuni.

– Eg ynski honum tað besta, segði Trump sambært BBC.

Søgur hava nú gingið í fleiri dagar, um at Kim Jong-Un er deyður ella álvarsliga sjúkur. Tað hevur vakt ans, at Kim Jong-Un ikki hevur verið alment at sæð síðan 11. apríl, og at hann ikki tók lut í einum minningarhaldið til abba hansara og stovnara av Norðurkorea, Kim Il-Sung.

Norðurkorea er sum kunnugt eitt sera avbyrgt land við ongum miðlafrælsi, og landsins leiðsla er altíð varin við at kunna um viðurskifti kring Kim Jong-Un.

Fleiri miðlar, teirra millum miðlar í Suðurkorea, ið hava stóran kunnleika til Norðurkorea, vilja kortini vera við, at Kim Jong-Un er álvarsliga sjúkur orsakað av yvirvekt, stress og royking.

Síðan søgurnar um heilsustøðuna hjá Kim Jong-Un fóru í umferð, hevur tað vakt ans, at tað er møguliga systir hansara, Kim Yo-Jong, ið skal taka við landsins leiðslu.

##med2##

Kim Yo-Jong verður hildin at hava verið fyrireikað til leiðsluna av Norðurkorea leingi, og seinastu seks árini hevur hon staðið á odda fyri norðurkoreanska propagandamálaráðnum.