Donald Trump sigur í eini sjónvarpssamrøðu, at hann ikki longur hevur covid-19, sum er sjúkan, fólk fáa av koronuvirus.
2. oktober upplýsti forsetin, at bæði hann og konan Melania, vóru staðfest positiv fyri koronu.
Síðani hevur hann verið í viðgerð á Walter Reed-hernaðarsjúkrahúsinum í Maryland. Har var hann innlagdur í tríggjar dagar, áðrenn hann fór heimaftur.
Hvítu húsini hava enn ikki upplýst, um forsetin er kannaður og staðfestur negativur fyri koronu eftir at hava verið smittaður. Men seinnapartin í dag sigur hann í sjónvarpssamrøðu við Fox News, at hann ikki longur hevur covid-19.
Hann sigur eisini, at tað sær út til, at hann er immunur.
– Tað sær út til, at eg eri immunur. Eg veit ikki – kanska í langa tíð, kanska í stutta tíð. Tað kundi verið fyri lívið. Eingin veit tað í veruleikanum. Men eg eri immunur, sigur hann við Fox News sambært tíðindastovuni AFP.
Í Danmark skrivar Heilsustýrið soleiðis um immunitet av covid-19:
– Vit vita, at tey flestu sløgini av virusi, sum geva infektiónir í ovaru luftvegunum – eitt nú beinkrím og onnur sløg av koronuvirus – geva immunitet í eina tíð.
– Tá tú ert immunur fyri einum virusi, kanst tú ikki smittast aftur. Núverandi vitan bendir á, at tey flestu mennisku byggja upp ein ávísan immunitet móti covid-19, eftir at tey eru vorðin frísk.
/ritzau/