Amerikanski forsetin hevur kúvent um stuðul til G7-niðurstøðu og gevur kanadiska forsætisráðharranum skuldina.
Fáa tímar eftir at felags niðurstøðan frá G7 toppfundinum í Kanada varð almannakunngjørd boðar amerikanski forsetin, Donald Trump, frá, at hann kortini ikki tekur undir við innihaldinum í niðurstøðuni.
Tað skrivar Donald Trump í einum tweed-boðum í nátt, har forsætisráðharrin í Kanada, Justin Trudeau, eisini verður umrøddur sum »óreiðiligur og veikur«.
Trudeau var vertur fyri tveir dagar langa fundin millum leiðararnar í G7 londunum.
– Grundað á følsku útsøgnirnar á tíðindafundinum, og grundað á, at Kanada áleggur okkara amerikansku bóndum, arbeiðarum og virkjum stórar tollhækkingar, so havi eg givið mínum handilsumboðum boð um ikki at taka undir við niðurstøðuni, skrivar Trump.
Í einum øðrum tweed boðum skrivar hann, at Trudeau »bar seg fram so smæðin og mildur undir G7 fundum okkara, fyri síðani at halda ein tíðindafund aftan á at eg var farin, at hann segði, at tollurin hjá USA er eitt slag av háðan«, og at hann »ikki vil lata seg kommandera av øðrum«.
– Ógvuliga óreiðiligt og veikt, endar Trump tweed boðini hjá sær.
Justin Trudeau hevur fyrr alment funnist at tollinum á stál og aluminium, sum Trump hevur álagt frá 1. juni at rokna, og sum hevur skapt fjáltur og ótta fyri einum heimsumfatandi handilskríggi.
Trump fór av toppfundinum gjáramorgunin fyri tíð og setti kós ímóti Singapore, har hann um fáar dagar skal hitta leiðaran í Norðurkorea, Kim Jong-un.
Úr flogfarinum Air Force One skrivaði Trump á Twitter, at hann júst var farin úr Kanada eftir ein »framúrskarandi fund«.
Á tíðindafundinum seinni í gjár, sum fekk Trump at hálsa um, segði Trudeau sambært fleiri miðlum, at hann frá 1. juli fer at seta revsitoll, svarandi til tann, sum USA hevur álagt Kanada.
Áðrenn hann fór, hevði Trump ávarað hini G7 londini ímóti júst hesum slagi av móttiltøkum.
Tað var eisini á tíðindafundinum, at Trudeau upplýsti, at sjálvt um toppfundurin hevði verið merktur av ósemjum í handilsspurningum, so høvdu allir sjey leiðararnir skrivað undir eina felags fundarniðurstøðu.
Trudeau vísir aftur, at hann hevur sagt nakað, sum skuldi komið óvart á hjá Donald Trump.
– Forsætisráðharrin segði einki, sum hann ikki hevur sagt fyri – hvørki alment ella í privatum samrøðum við forsetan, stendur í eini fráboðan frá skrivstovuni hjá Trudeau sambært tíðindastovuni Reuters.
/ritzau/