Trump vendir eyguni móti Mars

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur givið NASA, amerikanski rúmdarstovnurin, boð um at senda amerikanskar rúmdarfarar til eitt stað, har einki menniskja hevur verið áður. Felagsskapurin hevur nevniliga fingið boð um at fyrireika eina mannaða ferð til Mars, ið skal vera grundarlag fyri at senda fyrstu menniskjuni til Mars. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.


- Vit eru á odda og vit fara framhaldandi at vera á odda, og vit fara at økjum um leiðsluna fleiri ferðir, segði Donald Trump, sambært Reuters, tá hann undirskrivaði skjalið Space Policy Directive 1, ið leggur grunnar undir arbeiðið at senda fólk upp á mánan og síðan Mars.


Bæði Donald Trump og hansara varaforseti, Mike Pence, lovaðu í valstríðnum, at teir fóru at senda fólk upp aftur á mánan. Amerikanarar hava ikki verið á mánanum síðan 1972.


- Mánin fer at vera okkara lopfjøl, eitt stað at venja, eitt stað at styrkja okkara handilsliga og altjóða samstarv, meðan vit venda fokusið hjá amerikanska rúmdarprogramminum móti menniskjaligar rannsóknarferðir í rúmdini, segði Mike Pence í oktober, til fyrsta fundin hjá nevndini, ið hevur arbeitt við ætlanini at senda fólk til mánan og Mars.