Donald Trump, forseti, hevur boðað frá, at hann hevur í hyggjuni at banna appuni TikTok í USA.
TikTok, ein kinesisk videoappa og sosialur miðil, verður heilt nógv brúkt av teimum blaðungu at framleiða og leggja út stutt filmsbrot. Appan hevur kortini leingi verið undir illgruna fyri at virka sum eitt njósningaramboð fyri kinesisku stjórnina, tí appan savnar inn óvanliga nógva persónliga dátu hjá brúkarunum.
ByteDance, sum er fyritøkan handan TikTok, hevur allatíð tvíhildið um, at ongar persónligar dátur verða lætnar kinesisku stjórnini, men hetta hevur eftir øllum at døma ikki sannført Trump, forseta, sum sambært fleiri altjóða miðlum hevur gjørt greitt, at appan nú verður bannað í USA.
Sambært BBC er framvegis ikki greitt, hvørt Donald Trump hevur heimild at banna appuna av sínum eintingum.
TikTok appan verður eisini nógv brúkt av føroyskum ungdómi.