Trump vil hava Biden kannaðan fyri rúsevni

Donald Trump, forseti, hevur bjóðað Joe Biden av at lata seg kanna fyri heilivág ella rúsevni undan fyrstu kjaksending teirra millum, sum eftir ætlan verður í september.

Donald Trump róði uppundir, at Joe Biden hevur tikið onkran heilivág, tí at Biden hevði sambært Trump staðið seg nógv betri í kjaksendingunum til undanvalið hjá demokratunum, enn hann áður hevði.

Undir demokratiska undanvalinum varð fleiri ferðir ført fram, at Joe Biden hevði kognitivar avbjóðingar, tí nógv av tí, sum hann segði, var ósamanhangandi og óskilligt.

Biden kampanjan svaraði, at Biden hevur alt sítt lív stríðst við at stama, og at tað var tí, at hann onkuntíð kundi tykjast roksutur.

Trump hevði annars eingi prógv ella aðrar ábendingar um, at Biden nýtir heilivág.

Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at Trump hevur biðið mótstøðufólk lata seg kanna fyri heilivág ella rúsevni. Undir valstríðnum móti Hillary Clinton í 2016 vildi Trump vera við, at Clinton tók rúsevni áðrenn kjaksendingarnar teirra millum, og hann heitti tí á Clinton um at lata seg kanna, áðrenn seinastu kjaksendingina. Clinton kampanjan tók ikki ákærurnar í álvara.