Tað segði hann hósmorgunin við journalistar í Hvítu Húsunum, sambært Reuters.
– Tey vilja gjarna kalla hana Trump-promenade, men eg veit ikki, um eg havi hug til tað. Men hon verður vøkur, segði Trump.
Forsetin greiddi ikki nærri frá, hvør hevði skotið upp at kalla framtíðar gonguvegin upp eftir honum.
Trump segði heldur einki um, nær arbeiðið skal byrja, hvussu nógv verkætlanin fer at kosta, ella hvussu gonguvegurin skal síggja út.
Lincoln Memorial er eitt av kendastu minnismerkjum í amerikanska høvuðsstaðnum og er reist til minnis um fyrrverandi forsetan Abraham Lincoln.
/Ritzau/











