Republikanski Donald Trump vinnur sveiggstatin Pennsylvania og harvið teir 19 velmenninar í statinum.
Tað sigur tíðindastovan AP við støði í valdátum.
Pennsylvania er tann sveiggstaturin, sum hevur størsta fólkatalið og flest veljarar, so staturin verður mettur at vera tann týdningarmesta staturin at vinna á forsetavalinum.
Á valinum í 2016 vann Trump eisini Pennsylvania. Tá stríddist hann ímóti Hillary Clinton, sum var valevnið hjá demokratunum.
Bara 0,72 prosentstig skiltu tey bæði valevnini.
Á seinasta forsetavalinum í 2020 vann Joe Biden statin við einum muni uppá 1,16 prosentstig framman fyri Trump.
Einki valevni hjá demokratunum hevur vunnið Hvítu Húsini síðani 1948 uttan eisini at vunnið Pennsylvania, skrivar AP.
##med2##
Úrslitið frá AP vísir, at Trump, við 96 prosentum av atkvøðunum taldar í Pennsylvania, fær 50,9 prosent av atkvøðunum, meðan Kamala Harris fær 48,1 prosent.
Næstan samstundis sum úrslitini úr Pennsylvania tikka inn, fór Donald Trump á pallin í heimstatinum Florida.
Her lýsir hann seg sjálvan í røðu sum vinnara av forsetavalinum.
- Tað er ein fantastiskur sigur fyri amerikanska fólkið, sigur Donald Trump og sigur víðari, at hann við sigrinum hevur fingið møguleikan at gera Amerika stórt aftur.
Harumframt stendur Trump til at vinna ein annan sveiggjstat, Wisconsin, í eini forsøgn frá greiningarstovninum Edison Research.
Joe Biden vann Wisconsin í 2020, meðan Donald Trump vann statin í 2016.
AP hevur eitt umfatandi apparat, sum samanber eitt stórt tal av dátum við upplýsingar frá atkvøðuteljingini á valstøðunum, og við støði í hesum kann tíðindastovan lýsa vinnarar í einstøku statunum.
##med3##
Tað eru tilsamans sjey sveiggjstatir á hesum forsetavalinum. Av tí at tað hevur verið ein ógvuliga tøtt kapping í meiningakanningunum millum Trump og Harris í valstríðnum, hevur fokus fyrst og fremst verið á sveiggstatirnar.
Tíðliga mikumorgunin (okkara tíð) varð Trump lýstur sum vinnari í fyrsta sveiggstatinum, North Carolina. Síðani hevur AP eisini lýst republikanska forsetavalevnið sum vinnara í sveiggstatinum Georgia.
Hini sveiggjstatirnir eru Arizona, Michigan og Nevada.
Tað krevjast tilsamans í minsta lagi 270 veljarar fyri at vinna valið.
/Ritzau/