Trump: Xi er ein harður samráðingarmaður

- Men, mær dámar hann væl, og eg fari altíð at dáma hann, sigur amerikanski forsetin

 

- Kinesiski forsetin, Xi jinping, er ein ógvuliga harður samráðingarmaður, sum er trupul at gera avtalur við.

 

Tað viðgongur Donald Trump, forseti, samstundis sum hann ásannar, at honum dámar væl - og fer altíð at dáma - Xi.

 

Hetta skrivar hann á sínum egna miðli, Truth Social.

 

Fyrr í ár fór amerikanski forsetin í handilskríggj móti Kina og setti 145 prosent toll á innflutning úr landinum.

 

Kina svaraði aftur við 125 prosentum av tolli á amerikanskar vørur og fullkomnan steðg í útflutninginum av týðandi mineralum til USA.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at londini í mai gjørdu eina avtalu um at lækka tollin í 90 dagar, men Trump hevur ákært Kina fyri at bróta sín part av avtaluni.