Trupulleikar í Barcelona og Real Madrid

Hvørki av teimum vann um vikuskiftið, men tey eru ovast á stigatalvuni í La Liga

Alt er við tað sama í La Liga. FC Barcelona og Real Madrid liggja nummar eitt og tvey, men tað eru ábendingar um at alt er ikki, sum tað plagdi at vera. Tey eru ikki eins sannførandi, sum tey onkuntíð hava verið.

Serliga FC Barcelona hevur verið sannførandi í sponsku landskappingini seinnu árini. Katalanska stórfelagið hevur vunnið átta av teimum seinastu 11 meistaraheitunum, meðan Real Madrid hevur útmerkað seg í Champions League.

Um vikuskiftið tapti FC Barcelona 3-1 á útivølli móti Levante, eftir at Lionel Messi hevði lagt gestirnar úr Barcelona á odda við brotssparki. FC Barcelona spælir ikki sum ein eind, ið vit kenna frá liðnum, sum var einaráðandi frá 2008 til 2014.

##med2## 

Levante skoraði tríggjar ferðir upp á smáar átta minuttir og vann dystin. Higartil hevur FC Barcelona verið meiri sannførandi á heimavølli, men á útivølli gongur illa. Stóra málið er at vinna Champions League, men í løtuni eru manglar í javnvágini á liðnum.

Real Madrid kundi í gjárkvøldið leggja seg á odda í La Liga, men heldur ikki spanska kongafelagið megnaði at vinna. Real Madrid hevði ikki færri enn 22 málroyndir móti Real Betis, men tað endaði málleyst.

 ##med3##

Zinedine Zidane er aftur við róðrið, men saknurin í Cristiano Ronaldo er stórur. Zinedine Zidane og Gareth Bale kunnu ikki einast, so walisiski stjørnan er ikki svarið. Í summar komu eitt nú Eden Hazard og Luka Jovic til felagið fyri nógvar pengar, men hvørgan tykist raka málið.

Hetta kundi tí verið árið hjá Diego Simeone og Atletico Madrid, men har gongur strilti at vinna dystir. Seks javnleikir gera at Atletico Madrid er á triðja plássi saman við Sevilla. Enn eru FC Barcelona og Real Madrid fremst, men avrikini eru í løtuni ikki sannførandi.

 

Nr.La LigaDGJTMálúrtøka
1Barcelona1171329:1422
2Real Madrid1164121:922
3Atlético Madrid1256112:721
4Sevilla1263315:1321
5Granada1162318:1320
6Real Sociedad1161418:1219
7Villarreal1152425:1617
8Levante1252515:1417
9Real Valladolid1245314:1417
10Valencia1245317:1817
11Athletic Bilbao1144311:716
12Getafe1144317:1516
13Osasuna1136212:1115
14Real Betis1234514:2113
15Eibar1133512:1612
16Alavés113359:1412
17Mallorca123279:1811
18Celta Vigo112366:149
19Espanyol122286:208
20Leganés111285:195