Trupulleikar umborð á Smyrli

Smyril hevur ligið uttanfyri Havnina nú í 15 minuttir, tí trupulleikar eru umborð á skipinum. Tað er enn ikki greitt hvat trupulleikin er, men í øllum førum hava tekniskar trupulleikar verið umborð á Smyril, soleiðis at ikki bar til at leggja at í morgun.

Nú er Smyril tó farin at bryggju, eftir at hava verið seinkaður í okkurt um 15 minuttir.

Bogi Mortensen, stjóri í Strandfaraskipum Landsins sigur, at tey nú bíða eftir eini frágreiðing um hvat gekk galið í morgun.