? Í teimum tølunum, sum eg havi, dugi eg ikki at síggja tann stóra trupulleikan. Eg dugi ikki at síggja, at tað eru fleiri næmingar, sum ikki sleppa inn enn vanligt, staðfestir hann.
Hann vísir á, at tað hvørt ár eru næmingar, sum eru egnaðir, men sum ikki sleppa inn í fyrstu atløgu vegna plásstrot. Men fráfallið er altíð so stórt fyrstu mánaðirnar í skúlaárinum, at teir flestu umsøkjararnir plaga at sleppa inn hóast alt.
? Tí sigi eg, at trupulleikin ikki er so stórur. Hann er ikki størri enn so mong onnur ár, sigur hann.
Veit ikki um bíðilistar
Spurdur, um tað ikki er ein trupulleiki, tá miðaltalið fyri at sleppa inn á studentaskúlan, brádliga verður rykt frá at vera 8 til at vera 8,3, soleiðis at nógvir næmingar, sum hava verið egnaðir til studentaskúlan í fleiri ár, brádliga ikki eru tað, svarar Jógvan á Lakjuni, at tað kennir hann einki til.
? Hatta tori eg ikki at úttala meg um, tí hatta veit eg einki um. Tað er upp til skúlarnar at taka teir næmingar, sum teir vilja hava og at seta gáttina til skúlan hareftir. Tað hevur mentamálaráðið einki við at gera. Og eg havi satt at siga einki frætt um hatta, fyrr enn nú, sigur ráðharrin í mentamálum, sum sostatt einki veit um, at talið av óegnaðum næmingum brádliga er voksið heilt nógv, tí ráð eru ikki at taka teir inn. Hóast teir í fjør høvdu verið egnaðir.
? Eg kann bara fyrihalda meg til tey tølini, sum eg havi, og út frá teimum er tað tíbetur ikki nakar stórur trupulleiki slær hann fast. ? Tað verða nøkur, sum fáa avslag, men tað eru tað nærum hvørt ár, vísir hann á.
Yvirdimensionerað
Til spurningin, um hetta kann metast at vera í tráð við visiónina hjá landsstýrinum, um at Føroyar skulu vera heimsins fremsta tjóð í 2015, svarar Jógvan á Lakjuni, at man sjálvandi altíð kann diskutera, um ikki okkurt kann gerast betri.
? Eg haldi, at hesin trupulleikin um bíðilistarnar er yvirdimensioneraður. Í ár eru fleiri enn 1000 næmingar slopnir inn á miðnámsútbúgvingar, og tað er eitt stórt tal. At nøkur, sum eru egnað, ikki sleppa inn, er ikki ein so stórur trupulleiki, sum fólk vilja blása tað upp til at vera, sigur hann.
Við at hyggja at umsóknunum frá 2002, tá 912 umsóknir um miðnámsútbúgving komu inn, og samanbera tað við 2005, tá 1212 umsóknir eru komnar inn, kunnu vit staðfesta, at áhugin fyri miðnámsútbúgvingum er alsamt og skjótt vaksandi.
Eru játtanirnar til miðnámsskúlarnar voksnar við tørvinum?
? Ja, tað kunnu vit so altíð diskutera. Miðnámsskúlarnir hava koyrt við undirskotið eina tíð, og eg bað um eina eykajáttan áljóðandi 3,5 millióir. Eg fekk 2 milliónir, og tí er greitt, at tað má sparast onkustaðni. Við at spara ein 3. flokk í øllum skúlunum, spara vit nakað, men tað nøktar sjálvandi ikki allan tørvin, staðfestir hann.
Hann vísir á, at ein partur av undirskotinum botnar í stóra lønarvøkstrinum, sum seinastu árini hevur verið. Ein alsamt størri partur av miðnámsskúlajáttanini fer til hækkandi lønir, meðan næmingatalið alsamt veksur. Tá er greitt, at tað verður minni í part.
Spurdur, um tað ikki er býtt at spara á miðnámsútbúgvingunum, svarar Jógvan á Lakjuni at hatta er eitt trupult mál.
? Um vit ikki spara í miðnámsskúlunum, hvar skulu vit so spara? Í fólkaskúlanum? Hjá teimum brekaðu? Eg dugi ikki at svara hvat er verri og hvat er betur, staðfestir hann.
? Sjálvandi er harmast vit, at skula spara í skúlunum, men hetta eru treytirnar, sum vit politikarar arbeiða undir, tá vit hava eina fíggjarlóg við halli, sigur hann at enda
Mynd : Jógvan á Lakjuni, ráðharri í mentamálum, sigur seg ikki vita nakað um stóra trupulleikan, ið fólk siga vera í miðnámsskúlunum í ár. ? Eg kenni einki til, at nógv fleiri umsøkjarar ikki eru egnaðir í ár, tí miðaltalið brádliga er hækkað, sigur hann.