Trupult í Føroyum at fáa breiðar semjur

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður

Í demokratisku londunum uttan um okkum tykist ikki, at politiska kjakið um t. d. Nato og ES gevur so djúpar gjáir, at ikki breiðar semjur fáast á týdningarmiklum málum.

Avgerandi neyðugt er at fáa breiðar semjur í tyngri og grundleggjandi málum, um Føroyar skulu hava støðugt og sunt vakstrarsamfelag, semjur sum galda yvir um val til skiftandi samgongur.
Bara fyri at taka tvey dømi; yvirtøka av kirkjuni, sum er á menta- og átrúðnarmála- økinum, ella einskiljingum, sum nátúrliga eiga at liggja á privatum hondum. Sær út til, at breiða semjan millum samgongu og andstøðu ikki ber uppi.
Tílík mál hava fyri neyðini at hava eina breidd fyri at fáa tyngd at verða borin ígjøgnum fleiri skiftandi tíðir og samgongur so eitt støðugt samfelag kann mennast.

Munur á málum
At føroyski politikkurin er ferdimentiónalur, við bæði vinstra/høgrapolitikki og síðani at kjakið ella rættari sagt støðutakan um samband og sjálvstýri, sum stingur so djúpt ger, at Føroyar sigla tyngri sjógv enn neyðugt og tyngri enn demokratisku londini uttan um okkum.
Tað vísir seg sum, tá t.d. Tjóðveldisflokkurin sum nú situr í andstøðu, fer eftir einum máli, er vanliga talan um at vita, um ikki ber til at finna eina fellu í málinum, ikki bara at finna hana, men gera hana størri enn hon er, og síðani fylgja henni, so ein avgerð við breidðari semju kann forkomast ella í øðrum lagi at fáa hesa samtykt gjørda við teprasta meiriluta.
Sjálvandi eru mong smærri mál, sum ikki hava kolveltingarligan týdning, sum eitt nú, um vit í ferðsluferð skulu hava 70 km ella 80 um tíman, ella 22 ella 24 børn skulu vera í einum skúlaflokki, ein ella annar smávegis prosentsatsur skal vera hægri ella lægri. At hesi fáa ein tepran meiriluta, ber til at liva við.

Floksleiðslurnar hava ábyrgdina
Hinvegin tá talan er um grundleggjandi djúptøknar broytingar í samfelagnum, har so gott sum ikki vendist aftur, og sum skal verða grundleggjandi leiðin fyri stórmálum so gott sum alla framtíð, sum t.d. tey tungu málini eg havi nevnt, skal breiðari semja til.
Floksleiðslurnar, bæði í samgongu og andstøðu, sum hava stóru ábyrgdina, mugu taka sær um reiggj, seta seg saman og fáa eina meiri farbara gongda leið í samband við breiðari semjum í tyngri, avgerandi og fyri Føroyar týdningarmikil mál, sum skulu bera okkum ígjøgnum eitt neyðugt støðugt og sterkt vakstrarsamfelag.
Hetta, sum gongur fyri seg, tænir hvørki politisku ábyrgdini ella Føroyum til heiðurs – tvørturímóti!