Trupult tá hál gevur so stórt útslag í veiði

At tað eina hálið, sum Magnus Heinason hevði norðanfyri, gav heili 18 tons av toski, samstundis sum øll hini 99 góvu 7 tons tilsamans, kann gera tað trupult at siga, hvussu støðan hjá toskinum á landgrunninum er. Positivu gróðurkanningarnar í fjør, góða gýtingin sama ár eins og nógva nebbasildin seta fiskifrøðina í eina trupla støðu

Kanningar

 

Magnus Heinason er nú liðugur við sínar yvirlitstrolingar á landgrunninum. Tá skipið hevði tikið tær fyrstu 63 støðirnar av tilsamans 100, bendu úrslitini á, at áhugaverdir glottar eru at hóma við toskastovninum.

Nú seinastu støðirnar eisini eru tiknar er ábendingin hin sama. Toskur er fingið víða um, men serliga er tað stóra hálið, sum Magnus Heinason hevði norðanfyri, sum gevur útslag í tølunum yvir veiðina.

Tað er tó ikki óvanligt, at støðir norðanfyri og eitt nú í Vágahavinum kunnu geva nógvan fisk, men sum skilst hevur hetta serliga verið, tá toskastovnurin er við at koma fyri seg aftur.

Fiskirannsóknarstovan er tó varin við sínum metingum, men heldur, at “glottar kanska eru fyri framman við toskinum…”

Stóra hálið, sum Magnus Heinason gjørdi norðanfyri, vardi bert í ein tíma og var einans 3 fjórðingar langt.

Men hetta er ikki fyrstu ferð, at slíkt hál er gjørt. Eitt árið gav tann eina støðin norðanfyri heili 20 tons.

Støðin, sum í ár gjørdi stóra útslagið, var í einum stongdum kassa, har bert er loyvt av royna við snellu.

Meðan tey fyrstu 63 hálini góvu 22 tons tilsamans, harav stóra hálið norðanfyri av hesum gav 18, góvu allar 100 støðirnar, sum nú eru tiknar, tilsamans 25 tons av toski.

 

Glotti ella tilvild

- Tað er sjálvandi ein glotti, at so nógv var at fáa í tí eina hálinum, tí hetta vísir, at tað í øllum førum var nógvur toskur har tá. Toskurin kann hava staðið tættari enn vanligt, ella at Magnus Heinason bert hevur verið serstakliga heppin at raka, har mest var fyri, sigur Fiskirannsóknarstovan.

Spurningurin er so, hvussu tilvildarligt hetta er í

ár – og um tað yvirhøvur er tilvildarligt, tí Fiskirannsóknarstovan ásannar eisini, at góða hálið á Norðhavinum vanliga er tað besta á hvørjum ári.

Fiskirannsóknarstovan sigur, at um umtalaða hál á Norðhavinum verður tikið burturúr, er so at siga eingin munur millum, hvat varð fingið í 2008 og í 2009.

Sosialurin kann tó leggja aftrat, at longu í 2008 vóru batar at síggja við toskinum á landgrunninum, eins og sagt var frá góðari gýting, samstundis sum gróðurin á landgrunninum í fjør var størri enn miðal.

Tað er eingin loyna, at trupulleikar stinga seg upp hjá Fiskirannsóknarstovuni, tá so stór útslag koma, tí spurningurin er, hvussu hesi skulu “taklast”.

Hetta sæst eisini aftur á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni, har stovnurin heldur, at tað er ov tíðliga enn at staðfesta, um nógvur toskur nú aftur er á landgrinninum – ella um stóra hálið bert er “en enlig svale”, sum tikið verður til.

 

Positivir trupulleikar

Einki er tó, sum bendir á, at Fiskirannsóknarstovan fær nakrar serligar trupulleikar við sínum stovnsmetingum, sum stovnurin skal lata myndugleikunum í summar.

Lítið er at ivast í, at hesar fara at vera varisligar, tí næstu veruligu kanningarnar av toskastovninum verða ikki fyrr enn til heystar, tá yvirlitstrolingar aftur skulu gerast – og tá eru stovnsmetingarnar longu latnar av hondum.

Í løtuni situr Fiskirannsóknarstovan við tveimum positivum “trupulleikum”, nevniliga yirlitstrolingunum, sum stóra hálið norðanfyri skjeyt í senk – um vit so kunnu siga – og so góðu gróðurkanningunum og nógvu nebbasildini, sum stovnurin staðfesti í fjør.

Stovnurin ásannar, at gróðurin í sjónum var góður í 2008, sum er tað fyrsta góða árið eftir 2004.

- Hetta sást eisini aftur í nebbasildini, sum var nógv vanligari í fiskamagum enn í mong ár. Tá toskafiskiskapurin tók seg upp miðskeiðis í nítiárunum, var hetta eftir trý góð gróðrarár. Tað er tí helst eisini neyðugt við góðum gróðri í 2009 fyri, at toskastovnin skal mennast munandi, sigur Fiskirannsóknarstovan.

 

Áhugaverd ábending

Jákup Reinert, fiskifrøðingur, sigur í morgun, at tað plagar at vera gott tekin, tá nógvur toskur savnast í smáum støðum, sum eitt nú norðanfyri og í Vágahavinum.

- Haraftrat er tað ein góð ábending, tá toskur fæst víða um, sum hann er fingin við yvirlitstrolingunum á landgrunninum hesaferð, leggur hann aftrat.

Fiskifrøðingurin sigur, at nú verða nitrur og annað lisið fyri eitt nú at finna fram til árgangir.

Spurdur, hvørji útlitini eru við hýsu, sum hevur víst seg at verið illa fyri í nøkur ár, sigur hann, at onkur ábending er um, at hýsan kanska er á veg uppeftir aftur.

- Í ár sóu vit eitt nú nakað av hýsu frá í fjør, og tað hava við ikki sæð í yvirlitstrolingum í nøkur ár.

Hann sigur, at tann stóri spenningurin nú er, um smáur toskur, sum er gýttur í fjør og hevur hildið seg nærri landi, fer at síggjast aftur í veiðini úti á, sum frá líður.

- Í øllum førum eru útlitini í so máta góð, tí fiskurin hevur sambært gróðurkanningunum havt væl at etið. Tað merkir eisini, at minni av ynguli skuldi verið etið av øðrum fiski, sum við góðu gróðurtølunum og útlitunum fyri nebbasildini eisini skuldi havt nóg mikið av føði.

Jákup vísir á, at yvirlitstrolingar ikki eru so væl egnaðar til kanningar av upsa, men einki er, sum bendir á, at upsastovnurin ikki er væl fyri.

- Hinvegin stúra vit eitt sindur fyri stóru royndini, sum er eftir upsa í løtuni, leggur fiskifrøðingurin aftrat.