Trý ára gamal skurðviðgjørdur fimm ferðir eftir krokodilluálop

Ein trý ára gamal drongur er skurðviðgjørdur fimm ferðir, síðani hann varð álopin av einari krokodillu í einum djóragarði í Onglandi í juni.

Krokodillur í djóragarðinum Johnsons of Old Hurst, har trý ára gamli drongurin varð álopin í juni. Savnsmynd: Dorota Dee Trajdos/Reuters.

Framvegis er ógreitt, um hann fær fullan førleika í ørmum og hondum aftur.

 

Tað upplýsa foreldrini hjá dronginum sambært BBC.

 

Hendingin fór fram 18. juni í djóragarðinum Johnsons of Old Hurst í býnum Huntingdon. Sambært løgregluni kastaði ein 30 ára gamla maður dreingin inn í krokodillubúrið.

 

Drongurin fekk álvarsligar skaðar á armar, hondlið og hendur.

 

Foreldrini siga, at læknarnir enn ikki vita, um sonurin fær kensluna ella rørsluførleikan aftur í ørmum og hondum.

 

– Tað verður ikki greitt, fyrr enn gips og bind eru tikin av, og endurvenjingin kann byrja. Vit vita longu nú, at talan verður ikki um eina stutta tilgongd, siga tey.

 

Síðani hendingina hava foreldrini hildið til á sjúkrahúsinum saman við soninum, sum skal undir í minsta lagi tvær skurðviðgerðir afturat.

 

Maðurin, sum sambært løgregluni einki tilknýti hevði til familjuna, er skuldsettur fyri drápsroynd. Hann er latin leysur móti trygd, men skal møta aftur hjá myndugleikunum í september.

 

BBC hevur áður skrivað, at maðurin hevði sálarligar trupulleikar og var í fylgi við hjálparfólki, tá hann vitjaði djóragarðin.

 

Tað eru framvegis eingi greið motiv funnin fyri hendingini.

 

Trý fólk úr familjuni, sum eigur djóragarðin, fóru beinanvegin til hjálpar og bjargaðu dronginum úr krokodillubúrnum.

 

Samstundis takka foreldrini teimum mongu, sum hava latið pening til familjuna. Higartil eru umleið 26.000 bretsk pund – svarandi til umleið 227.000 krónur – savnað inn.

 

Kelda: Ritzau/BBC.

 

Krokodillur í djóragarðinum Johnsons of Old Hurst, har trý ára gamli drongurin varð álopin í juni. Savnsmynd: Dorota Dee Trajdos/Reuters.