Trý av teimum góðu við Havnará

Gallarí Havnará bjóðar list av sera høgum støði, tá Guðrið Poulsen, Eyðun av Reyni og Kári Svensson bjóða til felags fernisering nú leygardagin kl. 16. 

 

Hvør í sínum lagið hava tey spælt sín stóra leiklut á føroyska listapallinum seinastu nógvu árini. 

 

Guðrið, ein meistari innan leirlistina, og so teir báðir Eyðun og Kári, ið teljast millum okkara best dámdu oljumálarar, ganga í hesum døgum í áartuttlinum av Havnará og stákast við at gera klárt. 

 

Øll eru vælkomin og vit gleða okkum at síggja tykkum.