Trý ferðamannaskip vitja Havnina í dag

Í dag hava trý av fýra teimum seinastu ferðamannaskipunum vitjað í Havn

 

Talan er um World Traveller, Maud og Balmoral, sum longu hevur lagt leiðina út aftur í Nólsoyarfjørð. Sambært skránni hjá Tórshavnar Havn, so steðgar Maud til í morgin, tá tað setur kós ímóti Lerwick í Hetlandi.

World Traveller er farin av Havnini og er nú á veg til Kirkwall í Orknoyggjum, har hann væntast í morginári klokkan 9.

Balmoral sum fór av Havnini seinnapartin hevur kós í móti London, hagar hann væntast týsnáttina klokkan 03.

Hesi trý ferðamannaskipini, sum vitjaðu á Havnini í dag eru nummar 56, 57 og 58 á listanum hjá Tórshavnar Havn. Her er eitt skip eftir, sum skal vitja í ár, tað er Spitsbergen, sum kemur hósdagin 5. oktober klokkan 16.