Tíðindastovan Reuters veit í kvøld at siga, at tvey fólk eru dripin og tíggju eru løstað í russiskum álopi á Dnipro í Ukraina í kvøld.
Hetta upplýsir guvernørurin í økinum.
Russar hava eisini lopið á høvuðsstaðin í Ukraina, Kyiv, við dronum í kvøld, og ein drona rakti ein bygning í høvuðsstaðnum.
Borgarstjórin í Kyiv, Vitali Klitschko, upplýsir á Telegram, at eitt fólk hevur latið lív Kyiv, og fýra eru løstað.
Myndin omanfyri er ikki frá álopunum í kvøld, men frá einum øðrum russiskum álopi á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.