Trý fólk eru deyð í skottilburði á Vestara Áarbakka

Ísraelskir myndugleikar boða frá, at trý fólk eru deyð í skottilburði á Vestara Áarbakka

Tríggir ísraelar vórðu funnir uttan vit við skotsárum á markinum, upplýsir ísraelska bjargingartænastan.

Thomas Borberg/Ritzau Scanpix


Tríggir mans eru deyðir í einum skottilburði í morgun á einum markinum millum Jordan og Vestara Áarbakka.

Tað siga ísraelskir myndugleikar sambært tíðindastovuni AFP.

Skottilburðurin fór fram við Allenby-brúnna, sum knýtir Jordan og Vestara Áarbakka saman. Her vóru teir tríggir menninir funnir við skotsárum.

Tað skrivar ísraelska bjargingartænastan Magen David Adom í tíðindaskrivi. Tænastan sigur, at hon hevur samstarvað við ísraelska herin, IDF.

- Vit funnu tríggjar menn uttan vit og uttan puls við skotsárum. Saman við læknafakligum fólki frá IDF royndu vit at lívbjarga, men tíverri máttu vit lýsa tey deyð á staðnum, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.

Sambært IDF eru teir tríggir menninir sivilir ísraelar, skrivar Reuters.

Sambært herinum vóru skotini latin av einum persóni, sum koyrdi ein lastbil tvørtur um brúnna úr Jordan.

Viðkomandi fór úr lastbilin og skeyt móti ísraelsku trygdarfólkunum, sum mannaðu brúnna, upplýsir IDF.

Trygdarfólkini "elimineraðu" skjúttan, upplýsir herurin.

/ritzau/

 

 

Thomas Borberg/Ritzau Scanpix