Trý mál til viðgerðar á tingi í dag

Og tvey umboð skulu veljast í Norðurlandaráðið

 

Fyrsta málið á tingfundinum í dag er val av tveimum umboðum og tveimum varaumboðum í Norðurlandaráðið.

 

Fastir limir í Norðurlandaráðnum eru frammanundan Ruth Vang úr Framsókn og Jenis av Rana úr Miðflokkinum. Varalimur fyri Ruth Vang er Pauli Trond Petersen úr Tjóðveldi. Varalimurin fyri Jens av Rana er Bill Justinussen úr Miðflokkinum.

 

Løgtingið fer í dag undir fyrstu viðgerð av løgtingsmáli nr. 1/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (Fiskidagar 1. september til 31. desember 2017). Málið verður beint í Vinnunevndina

 

Síðani verður fyrsta viðgerð av løgtingsmáli nr. 2/2017: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2017. Málið verður beint í Fíggjarnevndina

 

Síðsta mál á skránni er løgtingsmál nr. 3/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Strika skattaafturbering til bare-boat leigað skip uttan fyri FAS). Málið verður beint í Fíggjarnevndina.